Fróðskaparrit - 01.01.2002, Blaðsíða 149
147
News and Progress 2001
Nýtt innan Vísindi í 2001
PhD-theses / Ársins doktarar 2001
Andras Mortensen
Hin føroyski róðrarbáturin.
Sjómentir føroyinga í eldri tíð.
(The faroese Rowing Boat.
Maritime Culture of the Faroes in
old Times).
Annales Societatis Scientiarum Færoensis.
Supplementum XXVI. Ph.D. thesis, Fróð-
skaparsetur Føroya 2001. (352 p.).
Samanumtøka
Endamálið við rannsóknini var at kanna og
lýsa hin gamla føroyska róðrarbátin og
mentanina kring hann í eldri tíð. Rannsókn-
in er gjørd við atliti at tí søguligu tilgongd-
ini í tíðini frá umleið 1600 fram til umleið
1920, tá ið tíðin hjá róðrarbátum í føroysk-
ari fiskivinnu tók at halla.
Kanningin er gjørd við støði í eini funk-
tionalistiskari grundhugsjón, nevniliga
teirri fatan, at ein evnisligur lutur, sum t.d.
ein bátur, er liður í eini mentanarligari
heild, sum er samansett av eindum, ið sam-
virka og ávirka hvør aðra í tíð. Tískil eigur
kanningin av lutinum at verða gjørd við at-
liti at hesum samspæli. Hildið verður, at
sínámillum ávirkan ímillum mentanareind-
irnar í tíðarligum høpi er stýrd av sínámill-
um ávirkan millum tað verandi og innskot,
ið fólk fáa, annaðhvørt úr samskifti við
onnur, ella úr grundan yvir umhvørvisligar
umstøður. Hetta er tað, ið skapar máttin í
eini mentan og ger, at mentanin støðugt
flytur seg. Henda mátt, sum í royndum er
eitt samskifti millum manna, ber til at
kanna umvegis ymisháttaðar miðlar, ið
flyta sínámillum ávirkanina til eftirtíðina.
Hetta rópa vit vanliga traditión. Hugtakið
"traditión” kann tí skilmarkast sum ”søgu-
gongdarligt samskifti millum innskot elvd
av samskifti millum manna ella grundan
manna yvir umhvørvisligar umstøður, og
tað verandi, ið ávirkar samspælið millum
eindir í mentanini”.
Burtur úr samspælinum millum tað ver-
andi og innskotini kann spyrjast ein innova-
tión, t.e. nýskapan, sum er at meta sum tek-
in um mentanarliga broyling. Við kanning
av innovatiónum kunnu gerast niðurstøður
um t.d. stigið av mentanarligari samskipan,
upp- og niðurgangstíðir og sosialar flyting-
ar í tí samfelag, sum kannað verður. Eisini
kann ein innovatión knýta seg at eini ver-
andi eind í mentanini, t.d. einum luti, og
Fróðskaparrit 50. bók 2002: 147-155