Fróðskaparrit - 01.01.2002, Síða 82
80
ORÐ VIÐ FREMMANDUM ATSKOYTUM í FØROYSKUM ORÐABÓKUM
virkin, t.e. vit nýta hana enn at gera orð við,
t.d. bangheit, býttheit, malsjønskheit,
ómøguligheit, ónærisligheit, óreinheit, um-
setiligheit o.s.fr. Eisini avleiðsluendingin
-ilsi (< da. -else) er komin inn í føroyskt úr
donskum (hevur uppruna í fornsaksiskum)
og er vorðin virkin, t.d. bangilsi, garterilsi,
rokilsi, vælsignilsi. Somuleiðis er við eftir-
skoytinum -arí\ tað er eisini vorðið virkið í
málinum, t.d. drekkarí, rennarí, svínarí.
Harumframt eru forskoytini be- og for-
komin inn í føroyskt úr lágtýskum um
danskt. T.d. fmna vit tey í orðunum be-
drøviligur, begynna, bekenna, foretin, for-
lovaður, fordjúpa seg, forsova seg o.s.fr.
Forskoytið/ør- er rættiliga virkið, men for-
skoytið be- fmna vit bert í tøkuorðum beint
úr donskum.
Eisini eru einstøk orð við forskoytunum
an-, er- og ge- til í føroyskum talumáli (t.d.
anbefala, anfektilsi, anspora, erkenna, er-
kennilsi, gemeinur, gelassin, gerikti, ge-
valdigur), men hesi forskoyti eru tó ikki
virkin.
Stílur o.a.
At orð við fremmandum for- ella eftirskoyti
verða nýtt heldur enn føroysku arvorðini er
bæði ein spurningur um stíl, merking og
hjámerking (konnotatión). Vit kunnu t.d.
bera saman orðini óreinheit - óreinska,
reinligheit - reinleiki og foifeingiligheit -
fáfongd. Hesi orð verða nýtt í ymsari merk-
ing, t.d. verður orðið óreinheit nýtt um fólk,
ið eru órein (t.e. um sálarligar eginleikar),
og orðið óreinska verður nýtt um eitthvørt,
ið ikki er reint, t.e. ‘dálkað’. Men stundum
eru orðini heil samheiti, t.d. kerligheit -
kærleiki, stoltheit - stoltleiki, tvørheit -
tvørleiki, verdigheit - virðileiki. Summum
dámar væl hesi orð, tí tey verða hildin at
vera meiri fólkslig og minni stirvin, t.d. at
nýta orðið fortelja í staðin fyri at siga frá
ella vittigheit í staðin fyri skemtisøga. Men
mett verður frá einum málrøktarligum sjón-
armiði, at ein ikki skal lata hesi for- og eft-
irskoyti vera virkin, tí tey eru ikki arvorð.
Sum heild verða hesi orð roknað at hava
lægri stílvirði enn norrønu arvorðini.
Kanningin
Fyri at finna fram til, hvussu nógv orð við
fremmandum atskoytum eru í føroyskum
orðabókum, vórðu fýra orðabøkur kannað-
ar. Fyri at kanningin skal siga eitt sindur um
gongdina og geva eina diakrona mynd av
støðuni, fata orðabøkurnar um nærum tvær
øldir. Bøkurnar eru:
J.C. Svabo: Dictionarium fceroense - Fær-
øsk-dansk-latinsk ordbog. 1966. Tilfarið
varð savnað í tíðarskeiðinum uml. 1773-
1824. (Leitorð verða kannað).
J. Jakobsen: Færøsk Anthologi II - Ordsam-
ling. 1891. (Leitorð verða kannað).
H.P. Petersen og M. Staksberg: Donsk-før-
oysk orðabók. Føroya Fróðskaparfelag.
1995. (Samdømi, skilmarking (av dømum
og kollokatiónum) verða kannað).
J.H.W. Poulsen etal.: Føroyskorðabók. Før-
oya Fróðskaparfelag. 1998. (Leitorð verða
kannað).
Fyri at fínna fram til, hvørji grundsjónar-
mið liggja aftan fyri úrvalið, fari eg framm-
anundan at vísa á, hvussu hugburðurin hjá
teimum ymsu ritstjórnunum kemur til
sjóndar í øðrum høpi viðvíkjandi hesum