Fróðskaparrit - 01.01.2002, Side 82

Fróðskaparrit - 01.01.2002, Side 82
80 ORÐ VIÐ FREMMANDUM ATSKOYTUM í FØROYSKUM ORÐABÓKUM virkin, t.e. vit nýta hana enn at gera orð við, t.d. bangheit, býttheit, malsjønskheit, ómøguligheit, ónærisligheit, óreinheit, um- setiligheit o.s.fr. Eisini avleiðsluendingin -ilsi (< da. -else) er komin inn í føroyskt úr donskum (hevur uppruna í fornsaksiskum) og er vorðin virkin, t.d. bangilsi, garterilsi, rokilsi, vælsignilsi. Somuleiðis er við eftir- skoytinum -arí\ tað er eisini vorðið virkið í málinum, t.d. drekkarí, rennarí, svínarí. Harumframt eru forskoytini be- og for- komin inn í føroyskt úr lágtýskum um danskt. T.d. fmna vit tey í orðunum be- drøviligur, begynna, bekenna, foretin, for- lovaður, fordjúpa seg, forsova seg o.s.fr. Forskoytið/ør- er rættiliga virkið, men for- skoytið be- fmna vit bert í tøkuorðum beint úr donskum. Eisini eru einstøk orð við forskoytunum an-, er- og ge- til í føroyskum talumáli (t.d. anbefala, anfektilsi, anspora, erkenna, er- kennilsi, gemeinur, gelassin, gerikti, ge- valdigur), men hesi forskoyti eru tó ikki virkin. Stílur o.a. At orð við fremmandum for- ella eftirskoyti verða nýtt heldur enn føroysku arvorðini er bæði ein spurningur um stíl, merking og hjámerking (konnotatión). Vit kunnu t.d. bera saman orðini óreinheit - óreinska, reinligheit - reinleiki og foifeingiligheit - fáfongd. Hesi orð verða nýtt í ymsari merk- ing, t.d. verður orðið óreinheit nýtt um fólk, ið eru órein (t.e. um sálarligar eginleikar), og orðið óreinska verður nýtt um eitthvørt, ið ikki er reint, t.e. ‘dálkað’. Men stundum eru orðini heil samheiti, t.d. kerligheit - kærleiki, stoltheit - stoltleiki, tvørheit - tvørleiki, verdigheit - virðileiki. Summum dámar væl hesi orð, tí tey verða hildin at vera meiri fólkslig og minni stirvin, t.d. at nýta orðið fortelja í staðin fyri at siga frá ella vittigheit í staðin fyri skemtisøga. Men mett verður frá einum málrøktarligum sjón- armiði, at ein ikki skal lata hesi for- og eft- irskoyti vera virkin, tí tey eru ikki arvorð. Sum heild verða hesi orð roknað at hava lægri stílvirði enn norrønu arvorðini. Kanningin Fyri at finna fram til, hvussu nógv orð við fremmandum atskoytum eru í føroyskum orðabókum, vórðu fýra orðabøkur kannað- ar. Fyri at kanningin skal siga eitt sindur um gongdina og geva eina diakrona mynd av støðuni, fata orðabøkurnar um nærum tvær øldir. Bøkurnar eru: J.C. Svabo: Dictionarium fceroense - Fær- øsk-dansk-latinsk ordbog. 1966. Tilfarið varð savnað í tíðarskeiðinum uml. 1773- 1824. (Leitorð verða kannað). J. Jakobsen: Færøsk Anthologi II - Ordsam- ling. 1891. (Leitorð verða kannað). H.P. Petersen og M. Staksberg: Donsk-før- oysk orðabók. Føroya Fróðskaparfelag. 1995. (Samdømi, skilmarking (av dømum og kollokatiónum) verða kannað). J.H.W. Poulsen etal.: Føroyskorðabók. Før- oya Fróðskaparfelag. 1998. (Leitorð verða kannað). Fyri at fínna fram til, hvørji grundsjónar- mið liggja aftan fyri úrvalið, fari eg framm- anundan at vísa á, hvussu hugburðurin hjá teimum ymsu ritstjórnunum kemur til sjóndar í øðrum høpi viðvíkjandi hesum
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.