Fróðskaparrit - 01.01.2002, Síða 85
WORDS CONTAINING AFFIXES OF NON-NORSE ORIGIN IN FAROESE DICTIONARIES
Tal á orðum við
fremmandum atskoytum
Ordsamling varð kannað á tann hátt, at
leitað varð eftir orðum við fremmandum at-
skoytum við at eftirkanna hvørt einstakt
leitorð gjøgnum alla bókina (fyrivarni má
takast fyri skeivleikum). Orðini við fremm-
andum atskoytum, ið vórðu funnin í Ord-
samling, eru hesi:
Orð við an-forskoyti: (eingi)
Orð við foe-forskoyti: (7)
Orð við er-forskoyti: (eingi)
Orð við/or-forskoyti: (14)
Orð við ge-forskoyti: (eingi)
Orð við -ari-eftirskoyti: (eingi)
Orð við -áe/t-eftirskoyti: (eingi)
Orð við -íVí'í-eftirskoyti: (eingi)
Tilsamans: 21 orð
Málslig vegieiðing
Málreinsingarhugur J. Jakobsens sæst aftur
í orðaúrvali og viðgerðini av orðum í Ord-
samling.
Hann hevur fleiri orð við, sum hava
fremmand forskoyti, men hann mælir í
greinunum til at nýta onnur orð í staðin.
Annaðhvørt skrivar hann “rettere” ella
“bedre” og kemur við uppskoti um annað/
onnur orð, ella skrivar hann “Jf ’ (t.e. jævn-
før) og kemur síðan við dømum um orð, ið
eru arvorð í málinum. Stundum hevur hann
eisini hornklombur um alla greinina til at
vísa á, at orðið er óheppið, t.d.
begynna (......) begynde. Jf *byrja, taka
(upp, undir, við og med navnef.), seta á
samt fara med navnef.
begynnilsi (.........) begyndelse; ogsá
begynning. Rettere upphav.
[behaga (.....) behage. Hedder pá ret
færøskdáma ellalíkjast á]
behalda (.....) beholde. Rettere hava,
halda, njóta.
betala (...) betale. Jf (gj alda og) rinda,
rinda aftur.
betýða (......) betyde. Rettere merkja,
meinast við.
bevara (......) bevare. Rettere goyma,
varðveita.
Hesar leiðbeiningar eru tó ikki heilt gjøgn-
umførdar, tí hann hevur fleiri orð við
fremmandum forskoylum við ongum við-
merkingum. Tað sýnist, sum setur hann ikki
leiðbeiningar við tey orð, ið eru so gomul í
málinum, at tey hava fíngið serføroyska
merking, snið ella kunnu fatast sum serfør-
oyskt orðagerð, t.d.forsvørja.
M.A. Jacobsen og Chr. Matras
Orðabók, ið er verd at nevna, men sum ikki
eru við í hesi kanning, er Føroysk-donsk
orðabók eftir M.A. Jacobsen og Chr.
Matras, ið á fyrsta sinni kom út í 1927-8.
Hon varð útgivin aftur í 1961, nógv økt og
broytt. Grundarlagið undir hesi bók er eitt
nú Ordsamling eftir J. Jakobsen. Hesir høv-
undar stevna longri fram á ta kós, ið eitt nú
J. Jacobsen setti út í kortið, t.e. at vanda sær
um leitorðaúrvalið, eitt nú við at hava sum
minst við av danskligum orðum úr talumál-
inum. Grundhugsanin er her hin sama- før-
oyska málið er fyri so nógvari ávirkan utt-
anífrá - einamest úr donskum - at neyðugt
er at verja tað og harumframt endurreisa tað
við at reinsa burtur orð av fremmandum
uppruna og stimbra málið við at fáa fólk at
nýta tey føroysku orðini fyri hesi hugtøk.