Fróðskaparrit - 01.01.2002, Blaðsíða 89
WORDS CONTAINING AFFIXES OF NON-NORSE ORIGIN IN FAROESE DICTIONARIES
í tvímæltum orðabókum ganga summi
orð oftari aftur enn í einmæltum orðabók-
um, tí tey eru samdømi fyri fleiri ymisk leit-
orð, - eisini leitorð við fremmandum at-
skoytum. Tó eru bert nøkur fá av orðunum,
ið verða endurtikin ofta í skilmarkingum,
t.d. forherðingur, ið verður nýtt 17 ferðir í
orðabókini, sum oftast sum samdømi. Tað
verður nýtt í hesum greinum: enfant terri-
ble, gavstrik, gavtyv, halunk, luks, luren-
drejer, lurifaks, luset (í dømi), lømmel,
rævemikkel, rævepels, røver, skalk, skurk,
skælm, slyngel, synonymi (í parafrasu).
Orðið forherðingur man óivað vera eitl
rættiliga gamalt tøkuorð. Somuleiðis er við
orðinum lammiterilsi, ið er stovnurin í orð-
inum lammitera + eftirskoytið -ilsi (< lat.
lamentari, ið merkir ‘gremja seg, klaga’),
ið verður nýtt 12 ferðir. Tað verður nýtt sum
samdømi í hesum greinum: ballade, fest,
komedie, komers, larm, ieben, postyr, ra-
balder, rummel, spektakel, støj, tabernakel.
Hóast orð verða endurtikin, gevur talið eina
fatan av tí sera stóru nýtsluni av slíkum
orðum í hesi orðabók.
Tó kann ein undrast á, at hesi talumáls-
orð ikki eru við: anbefala, anfall, anføra
(el. føra an), anganga (el. ganga an), an-
grípa, annám, anle(i)dningur, anmelda, an-
søkja, beundra, belisin, belevin, besyndar-
ligur, beteinkiligur, bevístleysur, erkenna,
gevaldigur, gebrokkin, gelassin, gerikti,
ógemeinur, dølskheit, ófantaligheit o.o.
Hetta vísir, hvussu trupult tað er at vera
reglufastur í orðaúrvali, sjálvt um ein held-
ur seg hava eina rættiliga greiða støðu við-
víkjandi orðfeingi. Stundum eru orðini
markað sum talumálsorð (tlm.), t.d. orðið
keríigheit.
Føroysk orðabók
1 1998 kom stóra verkið Føroysk orðabók
út. Hetta var fyrsta føroyska einmálsorða-
bók. Henda bók byggir eisini á ta málkós,
ið áður hevur verið. Aðalritstjóri er Jóhan
Hendrik W. Poulsen, professari, ið eisini
hevur verið formaður í málnevndini. Hans-
ara málrøktarkós hevur verið eitt framhald
av teirri kós, sum J. Jakobsen, Jákup Dahl
og Chr. Matras settu út í kortið.
011 árini (1985-1997), ið J.H.W. Poulsen
sat sum formaður í málnevndini, hevur
hann ongantíð dult fyri, at Føroyska mál-
nevndin hevði sum sína fremstu uppgávu at
verja málið. Hann hevur verið ein av for-
sprákarunum fyri lærdari orðagerð. T.e. at
ein í orðagerð kann nýta avleiðsluhættir, ið
hava verið virknir í málinum fyrr. J.H.W.
Poulsen nýtir tríggjar hættir at skapa nýtt
orðatilfar: 1) at geva gomlum, ofta hálv-
gloymdum orðum nýggja merking (t.d.
(ó)gegnigur fyri (in)habil, bingja fyri kon-
tainer) 2) tøkutýðing, t.e. at týða frernnt-
andaorðið, og er tað samansett, tá ofta lið
fyri lið (t.d. flogbóltur fyri volleybalh, av
lat. volare ‘llúgva’ og en. ball ‘bóltur’) og
3) at gera nýggj orð, annaðhvørt við saman-
seting ella avleiðslum, ið hava verið virknar
í málinum áður, (t.d. bleðil, semil, telda,
bulald). Stovnurin í kvennkynsorðinunr
telda ‘computer’ er navnorðið tal + av-
leiðsluendingin -i)pó (-i|x>), ið virkar i-um-
Ijóð (a > e) + endingina a (sbr. dalur -
deld).
J.H.W. Poulsen hevur tann hugburð, at
tað hevur stóran týdning at halda lív í hes-
unr endurnýggjanarhátti, tí sleppa vit hon-
um av hondum, kann vandi brádliga vera