Fróðskaparrit - 01.01.2002, Blaðsíða 10
8
FRÓÐS KAPARRIT OG MENTUNARGRUNNUR FØROYA
Karsten Hoydal, Niels á Botni, Hans Jacob
Jacobsen, Jóannes Rasmussen, Sverri Dahl
og Chr. Matras. Átta teirra vóru við á sjálv-
um fundinum, ið varð hildin í Hans Andri-
asar stovu, sum Petra Djurhuus stutt
frammanundan hevði latið innrættað í
Bátahøllini á Debsartrøð.
Hetta lítla felag er eftir fimti árum vaksið
til eitt víttfevnandi “forum” við umleið 160
limum. í limaskaranum eru bæði føroying-
ar og útlendingar, búsettir herheima og
burturi. Tað er ikki longur eitt krav at hava
skrivað grein í Fróðskaparritum til tess at
gerast limur. Nýggj felagslóg var samtykt
við gildi frá 1.1.90 - við broytingum á
eykaaðalfundi 20.5.92 er hon galdandi lóg
fyri felagið. Sbrt. henni kunnu limir í
felagnum gerast føroyingar, sum í verki
hava víst, at teir takast við gransking. Eftir
umsókn ella uppskoti frá limum býður
nevndin teimum limaskap, sum hon metir
lúka hesa treyt. I serstøkum førum kann
nevndin eisini bjóða útlendingum lima-
skap.
Fróðskaparrit eru ikki nevnd í broyttu
lógini, harafturfmóti stendur, at eitt av mið-
um felagsins er at upplýsa alment um vís-
indalig viðurskifti við útgávuvirksemi og
fundum. Sum heimurin er háttaður í dag, er
líkt til, at hetta gerst ikki við einum riti á
føroyskum burturav. Enskt er vorðið tað
málið, granskarar, fyrst og fremst innan
náttúruvísindi, nýta til at almannkunngera
úrslit og avrik síni. Hetta hevur sjálvsagt
eisini havt avleiðingar fyri Fróðskaparrit,
har nú flestu greinir eru á enskum. Fyri ikki
at sleppa tí føroyska upp á fjall, avgjørdi fe-
lagið, í tilknýti til lógarbroytingina í 1990
og 1992, at geva út eitt alment vísindaligt
tíðarrit, ið fekk navnið Frøði. Enn sum áður
er eitt endamál felagsins at menna føroyskt
sum vísindamál, og tískil eru allar greinir í
Frøði á føroyskum.
Um tað mundið tað spurdist, at Mentun-
argrunnur Føroya Løgtings skuldi verða
umskipaður við nýggjari lóg, vóru samráð-
ingar við Fróðskaparfelagið um, hvussu
verða skuldi við samstarvinum millum
grunnin og felagið um útgávu av Fróðskap-
arritum. Ein atvoldin var eisini, at útgávan
av 47. bók gjørdist væl dýrari enn ætlað.
Úrslitið var, at táverandi nevnd helt seg til -
við ávísum treytum og í avmarkaða tíð - at
lata Mentunargrunnin framhaldandi fíggja
og standa sum útgevari av Fróðskaparrit-
um.
Tá ið so nýggja lógin kom í mai 2000 við
víðkaðum og fjølbroyttari uppgávum fyri
grunnin (nú Mentanargrunnur landsins) var
greitt, at rúmd var ikki longur fyri, at
grunnurin helt fram sum útgevari av Fróð-
skaparritum, men kortini varð tó fíngið í
lag, at gamla samstarvið skuldi halda fram
til og við 50. bók.
Umstøðurnar í 1952 vóru sjálvsagt heilt
øðrvísi, enn tær eru í dag. Uppskot um at
lata einum føroyskum vísindafelag í um-
búna 3000 kr. av einari fíggjarlógarjáttan
upp á 10.000 kr. til útgávu av einum fróð-
skaparriti á føroyskum, hevur neyvan verið
lætt at taka støðu til, men har hevur felagið
eftir øllum at døma havt onkran góðan for-
sprákara í nevnd Mentunargrunsins. Og
góðir forsprákarar fyri felagið og ritið tykj-
ast at hava verið í nevndini øll árini.Tískil
hevur útgávan av ritinum borið til hóast
broyttar umstøður..
Hvussu framtíðin verður fyri Fróðskap-