Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 10

Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 10
8 FRÓÐS KAPARRIT OG MENTUNARGRUNNUR FØROYA Karsten Hoydal, Niels á Botni, Hans Jacob Jacobsen, Jóannes Rasmussen, Sverri Dahl og Chr. Matras. Átta teirra vóru við á sjálv- um fundinum, ið varð hildin í Hans Andri- asar stovu, sum Petra Djurhuus stutt frammanundan hevði latið innrættað í Bátahøllini á Debsartrøð. Hetta lítla felag er eftir fimti árum vaksið til eitt víttfevnandi “forum” við umleið 160 limum. í limaskaranum eru bæði føroying- ar og útlendingar, búsettir herheima og burturi. Tað er ikki longur eitt krav at hava skrivað grein í Fróðskaparritum til tess at gerast limur. Nýggj felagslóg var samtykt við gildi frá 1.1.90 - við broytingum á eykaaðalfundi 20.5.92 er hon galdandi lóg fyri felagið. Sbrt. henni kunnu limir í felagnum gerast føroyingar, sum í verki hava víst, at teir takast við gransking. Eftir umsókn ella uppskoti frá limum býður nevndin teimum limaskap, sum hon metir lúka hesa treyt. I serstøkum førum kann nevndin eisini bjóða útlendingum lima- skap. Fróðskaparrit eru ikki nevnd í broyttu lógini, harafturfmóti stendur, at eitt av mið- um felagsins er at upplýsa alment um vís- indalig viðurskifti við útgávuvirksemi og fundum. Sum heimurin er háttaður í dag, er líkt til, at hetta gerst ikki við einum riti á føroyskum burturav. Enskt er vorðið tað málið, granskarar, fyrst og fremst innan náttúruvísindi, nýta til at almannkunngera úrslit og avrik síni. Hetta hevur sjálvsagt eisini havt avleiðingar fyri Fróðskaparrit, har nú flestu greinir eru á enskum. Fyri ikki at sleppa tí føroyska upp á fjall, avgjørdi fe- lagið, í tilknýti til lógarbroytingina í 1990 og 1992, at geva út eitt alment vísindaligt tíðarrit, ið fekk navnið Frøði. Enn sum áður er eitt endamál felagsins at menna føroyskt sum vísindamál, og tískil eru allar greinir í Frøði á føroyskum. Um tað mundið tað spurdist, at Mentun- argrunnur Føroya Løgtings skuldi verða umskipaður við nýggjari lóg, vóru samráð- ingar við Fróðskaparfelagið um, hvussu verða skuldi við samstarvinum millum grunnin og felagið um útgávu av Fróðskap- arritum. Ein atvoldin var eisini, at útgávan av 47. bók gjørdist væl dýrari enn ætlað. Úrslitið var, at táverandi nevnd helt seg til - við ávísum treytum og í avmarkaða tíð - at lata Mentunargrunnin framhaldandi fíggja og standa sum útgevari av Fróðskaparrit- um. Tá ið so nýggja lógin kom í mai 2000 við víðkaðum og fjølbroyttari uppgávum fyri grunnin (nú Mentanargrunnur landsins) var greitt, at rúmd var ikki longur fyri, at grunnurin helt fram sum útgevari av Fróð- skaparritum, men kortini varð tó fíngið í lag, at gamla samstarvið skuldi halda fram til og við 50. bók. Umstøðurnar í 1952 vóru sjálvsagt heilt øðrvísi, enn tær eru í dag. Uppskot um at lata einum føroyskum vísindafelag í um- búna 3000 kr. av einari fíggjarlógarjáttan upp á 10.000 kr. til útgávu av einum fróð- skaparriti á føroyskum, hevur neyvan verið lætt at taka støðu til, men har hevur felagið eftir øllum at døma havt onkran góðan for- sprákara í nevnd Mentunargrunsins. Og góðir forsprákarar fyri felagið og ritið tykj- ast at hava verið í nevndini øll árini.Tískil hevur útgávan av ritinum borið til hóast broyttar umstøður.. Hvussu framtíðin verður fyri Fróðskap-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.