Fróðskaparrit - 01.01.2002, Blaðsíða 86
84
ORÐ VIÐ FREMMANDUM ATSKOYTUM í FØROYSKUM ORÐABÓKUM
Eisini var hugburður Chr. Matras at fremja
orðagerð á heimligum botni og at taka
gomul orð inn aftur í málið og møguliga
geva teimum nýggjan týdning.
Málsligu hugsjónir Chr. Matras koma
sera væl til sjóndar í greinini “Hin føroyski
málspurningurin og støða hans í norrønum
nýreisingarverki”. Eitt nú nemur hann við
orðagerð Jóannesar Paturssonar í yrkingini
“Nú er tann stundin komin til handa”
(1888) í regluni “frá hjartanum sama blóð
streymar við stinni sum í Noreg á sinni”.
Har sigur hann:
“Eingin kann annað enn síggja orðið stinni í
útsýni bæði aftur í fornmálið og fram í tíðina,
har føroysk tunga fekk aftur sítt fynduga
mæli, aftan á niðurtýsk spilla og føroysk
málslig ómegd vórðu riknar á dyr. Her sýnir
Jóannes gamlar og við tí nýggjar vegir til
aftur at fetta okkar tungu. Hetta er hansara
málsliga bragd. Tann málsliga ómegdin, sum
hevði endingina -ligheit til hala, er mánað
niður í klettin.” (1929: 56).
Trupul støða
Onnur sjónarmið hava eisini verið frammi
viðvíkjandi orðfeinginum í áðurnevndu
bók. Jón Helgason sigur í ummælinum av
Føroyskari-danskari orðabók 1927-8 eftir
M.A. Jacobsen og Chr. Matras eitt nú hesi
orð:
“Bogen vil først og fremmest lette tilegnel-
sen af det færøske skriftsprog. Derimod giver
den kun et ufuldstændigt billede af talespro-
get som det i virkeligheden er, dels fordi flere
nydannelser, der gerne er blevet til med til-
svarende ord i islandsk som forbillede og
som væsentlig kun hører skriftsproget til, har
fundet optagelse, dels og hovedsagelig fordi
talesprogets danske elementer, ligesom i
skriftsproget, for det meste udelades. Her er
det yderst vanskeligt at trække en grænse, og
man vil utvivlsomt kunne bebrejde forfatter-
ne adskillige inkonsekvenser.” (1931:302)
Jón Helgason nemur her júst við ta truplu
støðu, ið ritstjórar koma í, tá ið orðabøkur
eru preskriptivar.
Jóhan Hendrik W. Poulsen ritstjórnaði
einum uppískoyti til hesa bók - Føroysk-
donsk orðabók - Eykabind - ið kom út í
1974. Henda orðabók byggir eisini á ta
hevd, ið frammanundan hevði verið.
Donsk-føroysk orðabók
I 1967 kom fyrsta útgáva av Danskari-før-
oyskari orðabók út. Ritstjóri var Jóhannes
av Skarði. Hann var sera málrøktarligur og
bygdi á sama hugburð sum Chr. Matras.
Hann sigur í formælinum, hvat ið er grund-
hugsanin undir leitorðaúrvalinum:
“Hetta er fyrsta heila prentaða orðabók úr
fremmandum máli til føroyskt, og sjálvandi
ber hon merki av tí.
Málstøðan í Føroyum er tann, at mong
orð, sum vanliga verða nýtt manna millum,
hava ikki fingið innivist í bókamáli. Tey
hava, heilt frá tí at áhugin fyri málinum vakn-
aði, og farið varð rættiliga undir at arbeiða
við tí, verið hildin at vera óføroysk, tó at fólk
yvirhøvur nýttu tey. Føroyingar hava so í
málstrevinum alla tíðini verið tað, vil kunnu
kalla málreinsarar. Tílík orð eru heldur ikki
tikin upp í hesa bók (...)” (1967: IX)
Hugburður J. av Skarði er sostatt framhald
av teirri kós, ið áður var sett. Bókin varð