Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 86

Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 86
84 ORÐ VIÐ FREMMANDUM ATSKOYTUM í FØROYSKUM ORÐABÓKUM Eisini var hugburður Chr. Matras at fremja orðagerð á heimligum botni og at taka gomul orð inn aftur í málið og møguliga geva teimum nýggjan týdning. Málsligu hugsjónir Chr. Matras koma sera væl til sjóndar í greinini “Hin føroyski málspurningurin og støða hans í norrønum nýreisingarverki”. Eitt nú nemur hann við orðagerð Jóannesar Paturssonar í yrkingini “Nú er tann stundin komin til handa” (1888) í regluni “frá hjartanum sama blóð streymar við stinni sum í Noreg á sinni”. Har sigur hann: “Eingin kann annað enn síggja orðið stinni í útsýni bæði aftur í fornmálið og fram í tíðina, har føroysk tunga fekk aftur sítt fynduga mæli, aftan á niðurtýsk spilla og føroysk málslig ómegd vórðu riknar á dyr. Her sýnir Jóannes gamlar og við tí nýggjar vegir til aftur at fetta okkar tungu. Hetta er hansara málsliga bragd. Tann málsliga ómegdin, sum hevði endingina -ligheit til hala, er mánað niður í klettin.” (1929: 56). Trupul støða Onnur sjónarmið hava eisini verið frammi viðvíkjandi orðfeinginum í áðurnevndu bók. Jón Helgason sigur í ummælinum av Føroyskari-danskari orðabók 1927-8 eftir M.A. Jacobsen og Chr. Matras eitt nú hesi orð: “Bogen vil først og fremmest lette tilegnel- sen af det færøske skriftsprog. Derimod giver den kun et ufuldstændigt billede af talespro- get som det i virkeligheden er, dels fordi flere nydannelser, der gerne er blevet til med til- svarende ord i islandsk som forbillede og som væsentlig kun hører skriftsproget til, har fundet optagelse, dels og hovedsagelig fordi talesprogets danske elementer, ligesom i skriftsproget, for det meste udelades. Her er det yderst vanskeligt at trække en grænse, og man vil utvivlsomt kunne bebrejde forfatter- ne adskillige inkonsekvenser.” (1931:302) Jón Helgason nemur her júst við ta truplu støðu, ið ritstjórar koma í, tá ið orðabøkur eru preskriptivar. Jóhan Hendrik W. Poulsen ritstjórnaði einum uppískoyti til hesa bók - Føroysk- donsk orðabók - Eykabind - ið kom út í 1974. Henda orðabók byggir eisini á ta hevd, ið frammanundan hevði verið. Donsk-føroysk orðabók I 1967 kom fyrsta útgáva av Danskari-før- oyskari orðabók út. Ritstjóri var Jóhannes av Skarði. Hann var sera málrøktarligur og bygdi á sama hugburð sum Chr. Matras. Hann sigur í formælinum, hvat ið er grund- hugsanin undir leitorðaúrvalinum: “Hetta er fyrsta heila prentaða orðabók úr fremmandum máli til føroyskt, og sjálvandi ber hon merki av tí. Málstøðan í Føroyum er tann, at mong orð, sum vanliga verða nýtt manna millum, hava ikki fingið innivist í bókamáli. Tey hava, heilt frá tí at áhugin fyri málinum vakn- aði, og farið varð rættiliga undir at arbeiða við tí, verið hildin at vera óføroysk, tó at fólk yvirhøvur nýttu tey. Føroyingar hava so í málstrevinum alla tíðini verið tað, vil kunnu kalla málreinsarar. Tílík orð eru heldur ikki tikin upp í hesa bók (...)” (1967: IX) Hugburður J. av Skarði er sostatt framhald av teirri kós, ið áður var sett. Bókin varð
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.