Fróðskaparrit - 01.01.2005, Blaðsíða 13
FRÆNDA-.{,
11
Od Ag Sg Sg Jg Jd HKg EVM
D + + + + + + + +
m,v + + + + + + + ?
V + + + + + (+) - -
P r r r r r r r r
Mynd 2
Myndin omanfyri vísir okkum, at umhvørvið framman fyri D, t.e. ein alveolar, hevur verið tað mest
markeraða, sbr. at øll hava retrofleksan framburð her, eisini EVM = eldri vágamál. Myndin vísir
eisini, at broytingin næstan er fullgjørd, sbr. øll plussini, men at eitt slag av einum yvirgangsstøðu er
hjá Jd, tí har er, tað eg dugi at hoyra, ikki eins nógvur retrofleksur framburður sum hjá teimum, sum
standa til vinstru fyri hann. Tí er ein parantes sett um framburðin ímillum sjálvljóð. Kundi møguliga
eisini verið tað undir r + m/v. Ein unglingi, HK8 hevur sama framburð sum EVM. Eg havi sett eitt
? undir EVM. Grundin er hon, at hetta ikki varð kannað har, sbr. Petersen (1996).
um vera ringt at hoyra, um framburðurin
her veruliga er eitt rullandi [r], ella um tal-
an er um eitt tap-ljóð [r]. I hvussu so er, er
framburðurin her tað, sum Rischel (1961)
nevnir sum “svagt rullende.” Og skal eisini
sigast, at eitt nu Jd hevur eitt ánilsi av retro-
fleksum framburði í renna, vera, var, æra,
meira, also ikki so retroflekst ljóð sum eitt
nú A8, sum hevur eitt týðiligt [4].
Kynsbýtið tykist ikki hava stórvegis
týdning. Tað er serliga ein genta, HKg, sum
hevur approksimantan framburð, hini hava
retrofleksan framburð.
Bakgrundin lijá foreldrunum hevur ong-
an týdning. Ungdómar við foreldrum við
hægri útbúgving ella aðrari útbúgving enn
miðnámsskúla hava tann retrofleksa fram-
burðin, og tað sarnan hava ungdómar hjá
foreldrum, sum ikki hava liægri útbúgving.
Sosialur klassi og umhvørvi tykjast ikki
hava stórvegis týdning í føroyskum, meira
at siga ongan, Sandøy og Petersen (2005).
Verður nú borið saman við eldri fólk,
sæst eitt vist mynstur. Bókstavimir vísa
til fornøvnini, eitt hevja d, at talan er um
ein drong, eitt 8, at talan er um eina gentu.
EVM stendur fyri eldri vágamáli (Petersen
1996). Plussini standa fyri retrofleksum
framburði.
Amerikansk ávirkan?
Mál ávirkast av øðrum málum, sbr. øll láni-
orðini í føroyskum og tey nýggju ljóðini
sum í havi og tomat, orð, sum verða bor-
in fram við einum longum /a:/, ikki /ea:/,
o.s.fr. Spumingurin er, um tað eru plátu-
vendarar og onnur, sum royna at henna eftir
útlendskum, sum eru berarar, so at siga, av
hesum nýggja framburðinum av r, tí eisini