Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 4

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 4
72 Uppfostran er ring, hevur verið sterkast framm hildin í teologiuni (Guds- frøði); henda vitskapsgrein kendi tann lærdóm, at barnið, ið borið verður í heim, er ikki sakleyst. I dauska ríkinum var tað tí siður i teirri tíðini, at prestur manaði hin ónda anda út úr barninum, áðrenn hann doypti tað, — ein siður, sum tó ikki hevur verið nýttur hesi seinastu stórthundrað árini. Ivaleyst er kristindómurin tað besta grundarlag fyri uppfostran; men kirkju- menninir sogdu, at uppfostran var ikki mogulig á nðkrum oðrum grundarlagi, hvat ið hóskaði væl við teirra áskoðan á manna- natúrina og teirra lyndi til at vera nakað langt við aðra síðuna. Tað gav at bíta á dðgum biskups Balles; tá vóru teir komnir so langt, at ein tilkomin maður, sum hevði skrivað nakrar ólíkligar sðgur, var noyddur at ganga til prests at fáa sær meiri kristnikunleika. Teir hildu, at hann mátti hava gloymt sín barnalærdóm, annars kundi hann ikki skriva nakað ólikligt; og fyri at fólk skuldi skapast burtur úr honum, vildu teir hava hann at konfirmerast uppaftur. ímeðan mannanatúrin av kirkjumonnunum og mongum við teim var hildin at vera so ring, sum omanfyri er frágreitt, kom fransurin Jean Jacques Rousseau við eini aðrari áskoðan á hana. Hann segði: »Alt er gott av natúrini, men tað spillist undir manna hondum«. Sjálvur hevði hann onga góða upp- fostran fingið; og hann, sum livdi í eini tíð, tá hin franski samfunds bygningurin var farin at ridla av rotinskapi, og adilsmanna frillur og kongs frillur vóru á oddanum fyri ðllum, ið »fínt« skuldi eita, ikki einans í Frakklandi, men í heila Evropa, — hann hevði ikki verið mentur at hildið seg úr streyminum, men livdi eitt lív, ið ikki dugir til fyridømis. Men munurin var tann, at meðan adilsmenn og kongur við teirra frillum fegin vildu hava kristninavnið og gingu dúgliga í kirkju, har tey fingu signing prestanna, so vildi Rousseau væl viðganga, at hann í sinum lívi var farin skeiva leið. Hini vildu fegin í útsjónd vera dygdargóð, tó at tey ikki hovđu átrúna á nakra dygd; hann legði ikki lag í at visa seg ððrvísi enn hann var: syndarfullur og spiltur av manna ósiðum. Men hann bar í hjarta sínum livandi átrúna á tað góða í natúrini, og hann hevði tær vónir. at so skjótt mannanatúrin varð beint røkt, so vildi ein betri tíð koma fyri mannaættina. Av teirri grund, at Rousseaus samtíðar kultúrlív var farið so langt burtur av allari natúrligari

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.