Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 2

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 2
UPPFOSTKAN Ofta hoyrist sagt manna millum, táið onkur vanlukka hevur borist til: »hatta rnátti so ganga; ikki gjordist við, ti tað var teim lagað«. Tó at slíkur hugsnarháttur ikki einans finst á okkara landi, men víða hvar um tann kristna partin av heimi- num, so hevur hann ikki røtur i kristindóminum og er ikki kristin. Tað beina navnið fyri slikum hugsnarhátti er tirrka- trúgv. Muhámed sigst at vera upphav hennara, og vist er tað, at hon hevur útint stórverk. Eingir kríggsmenn kundu javnast við teir, ið bardust fyri turkatrúnni. Muhámed hevði kent teim tann lærdóm, at antin teir fjaldu seg í halanum á herinum ella vóru á oddanum, so vóru liv ella deyði líka vís á hinum sum á hesum staðnum. Men hevði Muhámed sjálvur haft álit á hesa trúgv, so mundi hann og eftirmenn hans neyvan sent so stórar herar út og spilt so nógv mannablóð. Ikki hevði tðrva at strevast fyri kroppsligum framburði, um lagnan longu hevði haft sett ræsur fyri ollum; og hvat er vert at hugsa um upp- fostran, táið alt er avgjðrt frammanundan! Men tað er tí betur so, at tey somu, sum siga um alt, ið hent hevur, at »tað mátti so ganga, tí tað var so lagað«, tey hava ofta frálíka góða umhugsan fyri framtíðini, og royna at byrgja fyri ollum, ið kann vera teim at skaða, og at fjálga um alt, ið ber móti sama enđamáli, sum tey strevast móti So hevur verið so langt aftur í tíðini, sum vit kunnu tekkja eina glamu yvir mannasoguni, og so er tað henda dag i dag. Tað er júst henda umhugsan fyri framtíðini, ið hevur borið teir ymissu fólka-samfunđir so frætt óskalaðar gjognum tiðirnar, at teir hava dirvi og treystleika at byggja viðari; við fáum orðum: hon hevur verið atvoldin at ollum framburði andliga so væl sum kroppsliga. Alt, ið menniskjan er sett at røkja, og sum kann vera

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.