Búreisingur - 15.05.1902, Side 26

Búreisingur - 15.05.1902, Side 26
94 Handilsflotin í Danmork og framfar hansara í 19. dld. fcriðjung ay allari farmarúmdini. Hetta sýnir, at skipini verða størri og størri. 011 tey fyrstu guvuskipini vórðu keypt í útlondunum. Men um tað bilið 1850 fóru teir at smíða guvuskip her heima, og nú eiga vit fleiri skipssmiðistoðir, t. d. Burmeister & Wain, skipastððin í Helsingør, flotdokkurin i Keypmannahavn o. s. fr. Hin fyrst nevnda stoðin hevur umframt onnur stór skip eisini sent av lunnum hitt russiska keisaraskipið »Standart«, sum alla- staðni vekjur undran við sinum so mjúkt uppdrignum rondum og við sínum smidliga útbúnaði. A híni síðst nevndi stðnni eru í teim síðstu árunum 3 skip smíðað fyri »hitt eysturásiátiska handilsfelagið«;J) á teimum nýta teir ikki longur kol til driv- kraftina, men harafturímóti steinolju, og halda teir seg harvið at spara rúm og mannskap og ikki minst pening. Um hetta roynist væl, kunnu vit ætla, at teir fara at brúka steinolju á fleiri skipum. Yilja vit nú venda okkum til seglskipini, so síggja vit, at Danmðrk um áðurnevnda bilið í 18. old átti ein ógviliga stóran handilsflota. Keypmannahavn átti tá (1782) ein segl- skipaflota uppá 340 skip, eitt skipatal, teir ikki aftur náddu upp til fyrr enn um miðjuna av 19. ðld. Tó var farmarúmdin (tonnagan) ikki so stór (28770 commerciel lestir), men av teirri tíð at vera var hetta ein ógviliga stórur floti. Sum tað sæst á okkara fyrstu talvu, vexur seglskipaflotin í heilum til árið 1860 og víðari frammeftir til árið 1867. Frá hesum ári at rokna er av og á niðurgongd og uppgond í skipa- talinum. A somu tíð er tonnagan (farmarúmdin) í heilum vax- andi; hægst kemur hon í árunum 1892—94, og gongur síðan niður á bakka. Seglskipaflotin í árunum 1873—1901 var fyri mesta partin útjavnaður millum hesi plássini: . ') »Hitt eysturásiátiska handilsfelagið* ei* eitt av donskum peningi stovnað felag til at dríva handil á Eysturásialandi. Tað er o. um 6 ara gamalt; skipini hjá tí sigla flest ðll undir fremmandum flaggi.

x

Búreisingur

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.