Búreisingur - 15.05.1902, Page 26
94
Handilsflotin í Danmork og framfar hansara í 19. dld.
fcriðjung ay allari farmarúmdini. Hetta sýnir, at skipini verða
størri og størri.
011 tey fyrstu guvuskipini vórðu keypt í útlondunum.
Men um tað bilið 1850 fóru teir at smíða guvuskip her heima,
og nú eiga vit fleiri skipssmiðistoðir, t. d. Burmeister & Wain,
skipastððin í Helsingør, flotdokkurin i Keypmannahavn o. s. fr.
Hin fyrst nevnda stoðin hevur umframt onnur stór skip eisini
sent av lunnum hitt russiska keisaraskipið »Standart«, sum alla-
staðni vekjur undran við sinum so mjúkt uppdrignum rondum
og við sínum smidliga útbúnaði. A híni síðst nevndi stðnni
eru í teim síðstu árunum 3 skip smíðað fyri »hitt eysturásiátiska
handilsfelagið«;J) á teimum nýta teir ikki longur kol til driv-
kraftina, men harafturímóti steinolju, og halda teir seg harvið at
spara rúm og mannskap og ikki minst pening. Um hetta roynist
væl, kunnu vit ætla, at teir fara at brúka steinolju á fleiri
skipum.
Yilja vit nú venda okkum til seglskipini, so síggja vit,
at Danmðrk um áðurnevnda bilið í 18. old átti ein ógviliga
stóran handilsflota. Keypmannahavn átti tá (1782) ein segl-
skipaflota uppá 340 skip, eitt skipatal, teir ikki aftur náddu upp
til fyrr enn um miðjuna av 19. ðld. Tó var farmarúmdin
(tonnagan) ikki so stór (28770 commerciel lestir), men av teirri
tíð at vera var hetta ein ógviliga stórur floti.
Sum tað sæst á okkara fyrstu talvu, vexur seglskipaflotin
í heilum til árið 1860 og víðari frammeftir til árið 1867. Frá
hesum ári at rokna er av og á niðurgongd og uppgond í skipa-
talinum. A somu tíð er tonnagan (farmarúmdin) í heilum vax-
andi; hægst kemur hon í árunum 1892—94, og gongur síðan
niður á bakka. Seglskipaflotin í árunum 1873—1901 var fyri
mesta partin útjavnaður millum hesi plássini: .
') »Hitt eysturásiátiska handilsfelagið* ei* eitt av donskum peningi
stovnað felag til at dríva handil á Eysturásialandi. Tað er o. um 6
ara gamalt; skipini hjá tí sigla flest ðll undir fremmandum flaggi.