Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 23

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 23
Hanđilsfiotin í Danmork og framfar hansara 1 19. ðld. 91 saman niðri við tollbúðina hin 21 maj 1819, tí tann dagin kom hitt fyrsta guvuskipið hegar til Keypmannahavnar; tað var »Caledonia«, ið var keypt í útlondunum, og sum nú skuldi vera fyrislóðari her í Danmork. »Caledonia« var ikki nógv lik teim guvuskipum, vit hava nú á dðgum. Sum málningurin sýnir tað, var tað eitt hjólskip, og tað vóru oll tey elstu guvuskipini; tað var ikki fyrr enn 1838, at teir funnu uppá at gera drívskrúvur, og 1851 leyp hitt fyrsta skrúvuskipið, ið danska ríkisstýrið smíðaði, av lunnunum; tað var korvettan »Thór«. Tó hðvdu teir innan ta tíð sett inn skrúvu í summi av okkara eldru kriggsskipum; men »Thór« var, sum framhildið, hitt fyrsta, ið ríkisstýrið smíðaði. Eftir at 1824 ymsar handils- og siglingarsáttir vóru gjðrdar við Angland, Svoríki, Noreg, Norðurámerika og onnur lond, kom skjótt gongd á ta donska siglingina. »Caledonia«, ið varð nýtt sum flutningsbátur til Kiel, varð skjótt eftirfylgd av oðrum guvuskipum; fyrst kom eitt, ið sigldi á Lúbeck, síðan kom ein skipagongdin á Jútland o. s. frv. Ikki fyrr enn 5 ár eftir at »Galedonia« var komin, fingu vit hitt fyrsta guvukríggsskipið; tað var hjólskipið »Kiel«, ið 1824 varð keypt i Ánglandi. Tað má tó ikki kallast eitt rættu- ligt »kríggsskip«, tí tað varð einans nýtt sum flutningsbátur hjá tí kongaliga húsinum. At eisini »Kiel« varð forvitnisliga mótitikið, táið tað kom. hegar, er óivað, hóast stødđin á tí ongalunda var avskila stór. Longdin var 86 føtur 3 tummar, breiddin 20 f. 10 t. og kav- hæddin 5’/2 fót. Eyri at javna tað saman við »Smiril«, sum als ikki er nakað stórt skip eftir nútíðar viðurskiftum, skal her nevnast, at hann er 100 føtur langur, 191/2 f. breiður, meðan kavhæddin er næstan 9l/2 f. At »Kiel« var so breitt í saman- burði við longdina, komst av hjólunum. Hóast handilsflotin nú íðuliga eykaðist við guvuskipum, gingú tó fullu 17 ár, innan kríggsflotin fekk eitt aftrat; tað varð hjólskipið »Ægir<, ið keyptist í Ánglandi 1841. Um »Ægir« er at siga, at háhn var hitt fyrsta jarnskipið, ið hin danski flotin átti. Dyggar frágreiðingar um hanđilsflotan í Danmork finnast ikki fyrr enn um 1835—40. Longu 1819 gekk tó út eitt konga- ligt boð (»plakat«), ið álegði ollum skipsreiðarum eina ferð á ári

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.