Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 8

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 8
76 At lesa og hoyra. visuliga gjort av skaparinum; júst tað, at vit í hesum eina sýnast at standa aftan fyri djórið, ber í sær spírin til, at vit kunnu koma okkum so óendaliga langt framm um tað. Júst okkara kroppsliga vesæli og seini framburður hevur gjðgnum tíðirnar drivið okkum til at fremja og viðka okkara andsmegi við rann- sókn av okkum sjálvum og av natúrini. Til hesa rannsókn er tað eisini, at vit hava fingið amboð framm um djórið. Skaparin hevur í hesum eina — tað anđaliga — hvar ið hann vil, at vit skulu ganga mest framm, ikki sett okkum hjálparleys. Tað, sum mest sýnir munin millum tey hægru standandi djórini og menniskjað, er skapilsið av heilanum, sum jú eisini er tað kropps- liga høli fyri okkara mannaviti. Hvussuleiðis vitið er knýtt til heilan, er enn ikki útgranskað, men at heilin er okkara hugsnar- amboð er óivað. Yíst hava vit nú fingið mannavit og hugsnaramboð frá skaparinum, men tey eru ongalunda fullkomin, táið menniskjað er borið i heim, nei, um vit skulu ganga framm andaliga, mugu vit við arbeiði fremja okkara andsmegi Líka sum okkara kroppsligu limir mugu brúkast fyri at duga til arbeiðis, og líka sum teir styrkna við passaligt brúk, soleiðis eisini við okkara — um eg so má taka til — andslimi: heilanum. Yerður hann ikki passaliga brúktur, so verður hann sum ein armur ella eitt bein, ið ikki verður brúkt, fyri utan kraft til tungt arbeiði. Slikt gongur tó ikki ann, um vit skulu verða dugandi. Eingin av okkara kreftum má liggja ónýtt og minst av ollum hugsunar- megin, sum er hin besta — tann megi vit hava framin um allan hin skapningin. Fyri nú at umvæla og fremja hugsunarmegina er tað, at vit mugu lesa cg hoyra við skili Men hetta fyrisetir eisini, at tað er gott skil í tí, sum lisið og hoyrt verður; og fyri at tey ungu skulu koma í holt við nakað, sum skil er í, er tað at vit treingja til vegleiðing av ððrum, tað veri nú av foreldrum ella lærarum. Tað verður so ofta sagt, eisini av monnum við andsdan- nilsi: »Lat tey, sum hug hava at lesa bara fáa, hvat sum fyri hond er, tað batar ikki at siga; »hatta og hatta mugu tit ikki lesa«, tí tað dregur oítast við sær, at tað júst verður lisið við størri forvitniskapi. Tað kann ikki noktast, at so er; men har fyri er tað ikki minni skeivt at lesa so yvir máta nógv og hvat sum helst. Navnframur maður hevur sagt, at tað er betri at

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.