Búreisingur - 15.05.1902, Qupperneq 8
76
At lesa og hoyra.
visuliga gjort av skaparinum; júst tað, at vit í hesum eina sýnast
at standa aftan fyri djórið, ber í sær spírin til, at vit kunnu
koma okkum so óendaliga langt framm um tað. Júst okkara
kroppsliga vesæli og seini framburður hevur gjðgnum tíðirnar
drivið okkum til at fremja og viðka okkara andsmegi við rann-
sókn av okkum sjálvum og av natúrini. Til hesa rannsókn er
tað eisini, at vit hava fingið amboð framm um djórið. Skaparin
hevur í hesum eina — tað anđaliga — hvar ið hann vil, at vit
skulu ganga mest framm, ikki sett okkum hjálparleys. Tað,
sum mest sýnir munin millum tey hægru standandi djórini og
menniskjað, er skapilsið av heilanum, sum jú eisini er tað kropps-
liga høli fyri okkara mannaviti. Hvussuleiðis vitið er knýtt til
heilan, er enn ikki útgranskað, men at heilin er okkara hugsnar-
amboð er óivað.
Yíst hava vit nú fingið mannavit og hugsnaramboð frá
skaparinum, men tey eru ongalunda fullkomin, táið menniskjað
er borið i heim, nei, um vit skulu ganga framm andaliga, mugu
vit við arbeiði fremja okkara andsmegi Líka sum okkara
kroppsligu limir mugu brúkast fyri at duga til arbeiðis, og líka
sum teir styrkna við passaligt brúk, soleiðis eisini við okkara
— um eg so má taka til — andslimi: heilanum. Yerður hann
ikki passaliga brúktur, so verður hann sum ein armur ella
eitt bein, ið ikki verður brúkt, fyri utan kraft til tungt arbeiði.
Slikt gongur tó ikki ann, um vit skulu verða dugandi. Eingin
av okkara kreftum má liggja ónýtt og minst av ollum hugsunar-
megin, sum er hin besta — tann megi vit hava framin um allan
hin skapningin.
Fyri nú at umvæla og fremja hugsunarmegina er tað, at
vit mugu lesa cg hoyra við skili Men hetta fyrisetir eisini,
at tað er gott skil í tí, sum lisið og hoyrt verður; og fyri at
tey ungu skulu koma í holt við nakað, sum skil er í, er tað at
vit treingja til vegleiðing av ððrum, tað veri nú av foreldrum
ella lærarum.
Tað verður so ofta sagt, eisini av monnum við andsdan-
nilsi: »Lat tey, sum hug hava at lesa bara fáa, hvat sum fyri
hond er, tað batar ikki at siga; »hatta og hatta mugu tit ikki
lesa«, tí tað dregur oítast við sær, at tað júst verður lisið við
størri forvitniskapi. Tað kann ikki noktast, at so er; men har
fyri er tað ikki minni skeivt at lesa so yvir máta nógv og hvat
sum helst. Navnframur maður hevur sagt, at tað er betri at