Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 20

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 20
88 Útheimurin. Meðan hitt einveldiga stýrda Frakklanđ, sum áður nevnt, gekk til afturs, varð hitt fria Angland meiri og meiri mátt- mikilt.— Frankar og Angilskmenn hðvdu búsett seg í Norður- ámerika, har teir ruddaðu teir stóru viðarskógvarnar og pløgdu tær viðu fioturnar, meðni hitt upprunaliga fólkið har vesturi, Indiánarnir ella reyðmenninir kallaðir, troðkaðust alt meiri og meiri burtur. Serliga undir kirkjubardogunum og undir bar- dðgunum millum kongaveldi og riksdag heima í Anglandi rýmdi hópur av monnum, ið ikki vildu svíkja teirra meining, av landi og búsettust har vesturi. Her i »Ný-Anglandi« vax upp ein ætt av djorvum og arbeiðsomum monnum, ið ráddu sær sjálvum og ikki vildu lúta fyri ððrum; og so við og við komu her framm fleiri ángilsk frílond, ið av navni stóðu undir Anglandi. Um 1760 tók Angland í bardaga við Frakklandi frá tí tey fronsku nýlondini i Norðurámerika; Kánáda róptust tey. Men hesin bardagin hevði kostað Ánglandi miklan pening, og tí vildi tað nú, at tey ángilsku nýlondini har vesturi skuldu bera ein part av byrðini, og roynđi tað ti at leggja skatt á tey. Men teimum liktist ikki á hetta boðið, og nú brast á hvassur bardagi millum heimalandið og nýlondini. Bardagin vardi sjey ár. Men av ti Frakkland, Háland og Spanjaland hjálptu Norðurámerika, mátti Angland at endanum gevast og lata nýlond sini fáa sjálvræði og sjálvbjargni. (Tann frá Frakklandi tikna landspartin, Kánáda, behelt Ángland). 011 hesi ángilsku nýlondini gingu nú saman i felag í hitt snorðurámerikanska Bandaríkið«. Ángland varð ikki fátækari av tí at hesi nýlondini skiltust út frá tí. Tí tey vuxu skjótt í fólkatali og ríkdómi, og mesta handilin á teimum fekk so Anglanđ. Á somu tið gekk alt verkarbeiði nógv framm heima í Anglandi; tað var um hetta bilið, at James Watt smíðaði hina fyrstu guvumaskinuna. Og, ikki at forgloyma, var tað eisini á somu tíð, at Ángland tók inn undir seg mesta partin av hinum ríka Indialandi. Yit frættu i síðsta blaði, at Portugálsmenn vóru komnir til Indialands og hðvdu tikið sær handilspláss har; men teir hildu seg alla tíðina framvið strondina. 100 ár seinri komu Hálandsmenn hagar; teir settust mest á oynnum utanfyri. So uppaftur seinri komu Frankar og Ángilskmenn og ruddaðu sær slóð inni á tí indiska fastlandinum Men Ángilskmenn vóru íđnari og troðkaðu hinar út aftur. So við og við tóku nú Ángilskmenn eitt petti av landinum fyri og annað eftir, og um

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.