Búreisingur - 15.05.1902, Síða 20
88
Útheimurin.
Meðan hitt einveldiga stýrda Frakklanđ, sum áður nevnt,
gekk til afturs, varð hitt fria Angland meiri og meiri mátt-
mikilt.— Frankar og Angilskmenn hðvdu búsett seg í Norður-
ámerika, har teir ruddaðu teir stóru viðarskógvarnar og pløgdu
tær viðu fioturnar, meðni hitt upprunaliga fólkið har vesturi,
Indiánarnir ella reyðmenninir kallaðir, troðkaðust alt meiri og
meiri burtur. Serliga undir kirkjubardogunum og undir bar-
dðgunum millum kongaveldi og riksdag heima í Anglandi rýmdi
hópur av monnum, ið ikki vildu svíkja teirra meining, av landi
og búsettust har vesturi. Her i »Ný-Anglandi« vax upp ein
ætt av djorvum og arbeiðsomum monnum, ið ráddu sær sjálvum
og ikki vildu lúta fyri ððrum; og so við og við komu her framm
fleiri ángilsk frílond, ið av navni stóðu undir Anglandi. Um
1760 tók Angland í bardaga við Frakklandi frá tí tey fronsku
nýlondini i Norðurámerika; Kánáda róptust tey. Men hesin
bardagin hevði kostað Ánglandi miklan pening, og tí vildi tað
nú, at tey ángilsku nýlondini har vesturi skuldu bera ein part
av byrðini, og roynđi tað ti at leggja skatt á tey. Men teimum
liktist ikki á hetta boðið, og nú brast á hvassur bardagi millum
heimalandið og nýlondini. Bardagin vardi sjey ár. Men av ti
Frakkland, Háland og Spanjaland hjálptu Norðurámerika, mátti
Angland at endanum gevast og lata nýlond sini fáa sjálvræði
og sjálvbjargni. (Tann frá Frakklandi tikna landspartin, Kánáda,
behelt Ángland). 011 hesi ángilsku nýlondini gingu nú saman i
felag í hitt snorðurámerikanska Bandaríkið«.
Ángland varð ikki fátækari av tí at hesi nýlondini skiltust
út frá tí. Tí tey vuxu skjótt í fólkatali og ríkdómi, og mesta
handilin á teimum fekk so Anglanđ. Á somu tið gekk alt
verkarbeiði nógv framm heima í Anglandi; tað var um hetta
bilið, at James Watt smíðaði hina fyrstu guvumaskinuna. Og,
ikki at forgloyma, var tað eisini á somu tíð, at Ángland tók
inn undir seg mesta partin av hinum ríka Indialandi.
Yit frættu i síðsta blaði, at Portugálsmenn vóru komnir
til Indialands og hðvdu tikið sær handilspláss har; men teir
hildu seg alla tíðina framvið strondina. 100 ár seinri komu
Hálandsmenn hagar; teir settust mest á oynnum utanfyri. So
uppaftur seinri komu Frankar og Ángilskmenn og ruddaðu sær
slóð inni á tí indiska fastlandinum Men Ángilskmenn vóru
íđnari og troðkaðu hinar út aftur. So við og við tóku nú
Ángilskmenn eitt petti av landinum fyri og annað eftir, og um