Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 5

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 5
Uppfostran. 73 lei&, kom hann í aínum eldhuga fyri natúr-uppfostran at ganga nóg so langt hin mótsetta vegin. So ymissar áskoðanir hava verið — og eru — um manna- natúrina; men um ein heldur við teim, ið siga, hon er ring, ella við teim, sum halda hana vera góða, so mugu tó orð Horatiusar sannast: »Kek natúrina út við voldum, hon situr tær tó eftir í holdum!« Hesi orðini mugu ikki skiljast so, sum at alt er avgjort frammanundan og mark sett fyri lagnuni. Tí tóat natúrin so víða altið verður tann sama, at har jorðepli verða sett niður, har fáast jorðepli uppaftur og ikki røtur ella nakað annað slag, so verður fruktin góð ella ring eftir sum eplaveltan verður væl ella illa røkt; verður lok og alt ókrút lúkað, og fær veltan ljós og varma og góða toðu, so fruktar hon væl, tí tað er natúr hennara; men liggur hon í órøkt, so er hennara natúr at frukta illa. A sama hátt gongur við menniskjuni, bæði kroppsliga og andaliga; hann ið rekir kroppin væl, fær ikki so skjótt krím og aðrar sjúkur, sum hann ið skitførur er og livir í ringari luft. Og hvat anda- num viðvíkir, so ræður ikki minni um at røkja hann væl, um hann skal verða mentur at vinna eitt sinđur áleiðis móti fðgrum og bjortum endamálum Eydnumikil er tann fólka-samfundur, ið leggur dent uppá góða uppíostran, tí fruktin av strevinum verður størri og betur sum tíðin rennur. »Ilt er at læra gamlan hund uppi at sita«, sigir eitt orð- tak, sum kann týðast so, at har ein uppfostran skal koma væl í lag, har má byrjast í uppvðxtinum. Tað kann takast við upp- fostranini frá smábarna árunum og haldast við, til hin ungi er tilkomin, fullbúgvin á ein og hvðnn hátt, so hann torir at hava eitt sindur álit á sær sjálvum. Tá kemur tíðin til sjálvuppfostran, tá kann hann gera royndir, savna sær saman kunleik og vísdóm fyri lívið; men sum kroppurin tá hevur fingið sítt skapilsi, so hevur andin tað eisini; mannaveranin hevur tá fingið sítt kenni- merki. Men um hetta kennimerki mannaveraninnar skal verða prýðuligt og goyma í sær trá eftir onkrum hærri og størri, tað ræður uppfostranin eina mest fyri. I barna árunum nýtist uppfostranin mest, og flestir skúla- menn eru so nðkulunda samsintir um, hvat ið gerast skal, fyri at barnið skal læra nakað og — framm um alt — hava gagn av tí, tað lærir. Fyrst ræður um at kenna sálarlívið hjá hvðrjum einstakum. Her er vegurin ofta torførur, og ein má fara hóliga framm. Men hann, ið tolin er og skil fær á barnasálini, kann

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.