Búreisingur - 15.05.1902, Side 5
Uppfostran.
73
lei&, kom hann í aínum eldhuga fyri natúr-uppfostran at ganga
nóg so langt hin mótsetta vegin.
So ymissar áskoðanir hava verið — og eru — um manna-
natúrina; men um ein heldur við teim, ið siga, hon er ring, ella
við teim, sum halda hana vera góða, so mugu tó orð Horatiusar
sannast: »Kek natúrina út við voldum, hon situr tær tó eftir í
holdum!« Hesi orðini mugu ikki skiljast so, sum at alt er avgjort
frammanundan og mark sett fyri lagnuni. Tí tóat natúrin so víða
altið verður tann sama, at har jorðepli verða sett niður, har
fáast jorðepli uppaftur og ikki røtur ella nakað annað slag, so
verður fruktin góð ella ring eftir sum eplaveltan verður væl ella
illa røkt; verður lok og alt ókrút lúkað, og fær veltan ljós og varma
og góða toðu, so fruktar hon væl, tí tað er natúr hennara; men
liggur hon í órøkt, so er hennara natúr at frukta illa. A sama
hátt gongur við menniskjuni, bæði kroppsliga og andaliga; hann
ið rekir kroppin væl, fær ikki so skjótt krím og aðrar sjúkur,
sum hann ið skitførur er og livir í ringari luft. Og hvat anda-
num viðvíkir, so ræður ikki minni um at røkja hann væl, um
hann skal verða mentur at vinna eitt sinđur áleiðis móti fðgrum
og bjortum endamálum Eydnumikil er tann fólka-samfundur,
ið leggur dent uppá góða uppíostran, tí fruktin av strevinum
verður størri og betur sum tíðin rennur.
»Ilt er at læra gamlan hund uppi at sita«, sigir eitt orð-
tak, sum kann týðast so, at har ein uppfostran skal koma væl í
lag, har má byrjast í uppvðxtinum. Tað kann takast við upp-
fostranini frá smábarna árunum og haldast við, til hin ungi er
tilkomin, fullbúgvin á ein og hvðnn hátt, so hann torir at hava eitt
sindur álit á sær sjálvum. Tá kemur tíðin til sjálvuppfostran,
tá kann hann gera royndir, savna sær saman kunleik og vísdóm
fyri lívið; men sum kroppurin tá hevur fingið sítt skapilsi, so
hevur andin tað eisini; mannaveranin hevur tá fingið sítt kenni-
merki. Men um hetta kennimerki mannaveraninnar skal verða
prýðuligt og goyma í sær trá eftir onkrum hærri og størri, tað
ræður uppfostranin eina mest fyri.
I barna árunum nýtist uppfostranin mest, og flestir skúla-
menn eru so nðkulunda samsintir um, hvat ið gerast skal, fyri
at barnið skal læra nakað og — framm um alt — hava gagn av
tí, tað lærir. Fyrst ræður um at kenna sálarlívið hjá hvðrjum
einstakum. Her er vegurin ofta torførur, og ein má fara hóliga
framm. Men hann, ið tolin er og skil fær á barnasálini, kann