Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 7

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 7
AT LESA OG HOYRA. Ojaldan á ævini hevnr orðatakib, »kunnleiki er makt« ljóðað harðara enn á okkara dðgum, og tað er einki ringt merki, at menniskjuni vilja gera rættan kunnleika til hvðns rnanns ogn. Her i Føroyum, hvar allur framburður sjálvsagt kemur seinri enn úti í hinum stóra heiminum, er tó nú rópið »kunnleiki er makt« eisini at hoyra. Táið vit skulu út at ferðast, er tað neyðugt. áðrenn vit byrja ferð okkara, at vita hvðrja leið vit skulu taka, um ferðin skal verða til gagns. Leiðin til kunnleika er í tvíningum. At lesa ogat hoyra eru vegirnir, sum ganga til holla upplýsing fyri hvðnn mann. Tað kann sýnast, at táið vegirnir eru so beint áframm, sum lestur og hoyring, eigir tað at vera ein lðtt sak at vinna kunn- leika. Tað er tó ikki so. Tí at lesa og hoyra við góðum skili er ikki lætt, og at lesa og hoyra við lítlum ella ongum skili førir ongan mann framm til holla upplýsing, men einans til einkitýðandi innbilta (sjálvkravda) vitan um skini av ðllum og um tað rætta innihaldi av ongum. Tað sum umræður er tí, at lesa og hoyra við skili, og til tess eru vit sum menniskjur fødd og borin. Menniskjuni eru skapað til at rannsaka og at hava skil á tingunum, tey síggja runđan um seg. Djórini kunnu væl vera slíkum fyri utan; tí tey eru soleiðis fyrireikað av natúrini, at tey ikki hava tað fyri neyðini, sum vit nevna skil. Djórið er at siga sjálvbjargið skamma stund eftir at tað er borið í heim; men við okkum menniskjum er tað ððrvisi. Hvussu nógv hjálparleysari er ikki eitt nýføtt barn enn ein nýklaktur høsnar- ungi? Og hvussu spakuliga gongur ikki eisini allur framburður hjá okkum afturimóti hjá djórunum. I tann máta kann tað sýnast sum at menniskjað stóð aftan fyri djórið. Men alt er

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.