Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 18

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 18
86 Útheimurin. landið langt framm til at verða eitt stórlanđ. Nú øktist tað enn meiri, nú hitt pólska ríkið varð býtt sundur. So at siga ðll lond í Evropa vórðu um hetta bilið stýrd einveldigt. Kongarnir og furstarnir lðgdu lítið lag í annað enn teirra egna mátt og megi. Teir ráddu yvir londunum, sum var tað leysafæ teirra; og fólkið var einans til fyri at skatta og verða herskað yvir. Men heilt oðruvísi hevði tað á somu tíð gingist í Anglandi: lier vann fólkið sær rættin til sjálv- stýri, sum vit nú skulu frætta. Eríheit og frælsi í sonnum týdningi kann einki fólk fáa sum gávu. Hon má vinnast gjðgnum hart stríð í langar tíðir, kanska gjðgnum blóð. Sjálvstýri kann fólkið fáa sum gávu; tað kann saktans fáa eina grundlóg til gávu, sum maðurin fær ein nýggjan búnað. Men sum maðurin ikki dugir at bera ein skarlaksbúnað, utan hann er borin til at bera hann, soleiðis vinnur ikki fólkið gjognum sjálvstýri framm til fríheit, utan tað er borið til sjálvstýri. Tí sjálvstýri er ikki tað sama sum fríheit. Men fríheit er sjálvstýri hjá monnum, ið duga at brúka teirra sjálvstýri. Men eitt fólk krevur at ganga ein langan og tungan skúlagang, kanska gjognum nógv ættarlið. áðrenn tað hevur lært hetta brúkið. Annars verður »sjálvstýri« lættliga ein kúgan av allari friheit. Sum vit á okkara dðgum kunna siggja tað mangastaðni í heiminum, hvar fólkið óupp- drigið og ódannað og tí eisini óverdugt hevur fingið sjálvstýri lagt sum gávu niður í fangið — rætt sum tú borðreiðir stoktar krotur fyri sitandi manni. Men hin langa og tunga skúlagangin hevur Anglands fólk gingið. Ti síggja vit frægari i Anglandi enn aðrastaðni, hvussu sjálvstýri virkar í fríheit og igjðgnum fríheit og skapar meiri fríheit. Ein part av hesum skúlagangi- num vilja vit nú eygleiða. Hóast fræið til tað komandi sjálvstýrið longu var sáað rúma tíð frammanundan, táið o. u. ár 1200 grunđarsteinurin legðist til hin ángilska ríksdagin (parlamentið), fyribílætið fyri ðllum seinnum ríksdðgum, herskaðu tó Anglands kongar næstan einveldigt um tað bilið, táið kirkj ureinsanin ruddaði sær slóð úr Týsklandi út yvir londini. Yar kongurin katólsk- sinnaður, skipaði hann fyri kirkjuni á katólskan hátt, var hann protestantur á protestantiskan hátt. Soleiðis skifti aftur og framm, til drottningin Elisabeth fekk ræðið o. u. 1600. Hon ásetti eina nýggja kirkjuskipan, ið bar lit av Kalvins læru, og

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.