Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 18
86
Útheimurin.
landið langt framm til at verða eitt stórlanđ. Nú øktist tað
enn meiri, nú hitt pólska ríkið varð býtt sundur.
So at siga ðll lond í Evropa vórðu um hetta bilið stýrd
einveldigt. Kongarnir og furstarnir lðgdu lítið lag í annað
enn teirra egna mátt og megi. Teir ráddu yvir londunum, sum
var tað leysafæ teirra; og fólkið var einans til fyri at skatta og
verða herskað yvir. Men heilt oðruvísi hevði tað á somu tíð
gingist í Anglandi: lier vann fólkið sær rættin til sjálv-
stýri, sum vit nú skulu frætta.
Eríheit og frælsi í sonnum týdningi kann einki fólk
fáa sum gávu. Hon má vinnast gjðgnum hart stríð í langar
tíðir, kanska gjðgnum blóð. Sjálvstýri kann fólkið fáa sum
gávu; tað kann saktans fáa eina grundlóg til gávu, sum
maðurin fær ein nýggjan búnað. Men sum maðurin ikki dugir
at bera ein skarlaksbúnað, utan hann er borin til at bera hann,
soleiðis vinnur ikki fólkið gjognum sjálvstýri framm til fríheit,
utan tað er borið til sjálvstýri. Tí sjálvstýri er ikki tað sama
sum fríheit. Men fríheit er sjálvstýri hjá monnum, ið duga
at brúka teirra sjálvstýri. Men eitt fólk krevur at ganga ein
langan og tungan skúlagang, kanska gjognum nógv ættarlið.
áðrenn tað hevur lært hetta brúkið. Annars verður »sjálvstýri«
lættliga ein kúgan av allari friheit. Sum vit á okkara dðgum
kunna siggja tað mangastaðni í heiminum, hvar fólkið óupp-
drigið og ódannað og tí eisini óverdugt hevur fingið sjálvstýri
lagt sum gávu niður í fangið — rætt sum tú borðreiðir stoktar
krotur fyri sitandi manni. Men hin langa og tunga skúlagangin
hevur Anglands fólk gingið. Ti síggja vit frægari i Anglandi
enn aðrastaðni, hvussu sjálvstýri virkar í fríheit og igjðgnum
fríheit og skapar meiri fríheit. Ein part av hesum skúlagangi-
num vilja vit nú eygleiða.
Hóast fræið til tað komandi sjálvstýrið longu var sáað
rúma tíð frammanundan, táið o. u. ár 1200 grunđarsteinurin
legðist til hin ángilska ríksdagin (parlamentið), fyribílætið fyri
ðllum seinnum ríksdðgum, herskaðu tó Anglands kongar
næstan einveldigt um tað bilið, táið kirkj ureinsanin ruddaði
sær slóð úr Týsklandi út yvir londini. Yar kongurin katólsk-
sinnaður, skipaði hann fyri kirkjuni á katólskan hátt, var hann
protestantur á protestantiskan hátt. Soleiðis skifti aftur og
framm, til drottningin Elisabeth fekk ræðið o. u. 1600. Hon
ásetti eina nýggja kirkjuskipan, ið bar lit av Kalvins læru, og