Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 6

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 6
74 Uppfostran. lættliga vinna barnahjartað og ala álit og kærleik upp í ti og leggja ómetiliga nógv gott niður í tey ungu; men hann, ið vil hava bornini at verða sum hann er sjálvur í hugsnarhátti og atburði og ikki hevur ans fyri tí eymtfolandi barnahjartanum, — hann sær oftast strev sítt verða meiri til skaða enn til gagns. Tað er, sum vit vita, tó ikki einans hjartna- og sálarlívið — um tað er týðingarmiklast — sum lærarin skal røkja; hann hevur eisini at geva bðrnunum kunleik um og at búgva tey fyri livinum, ið kemur, at tey seinni kunnu vera sær sjálvum og samfundinum at gagni. Tann tíð hevur verið, at menn av áhuga fyri at búgva tey ungu fyri lívinum, vildu hava nærurn allar lærigreinir inn í skúlan; tað var væl meint; men fruktirnar vóru ikki so góðar, sum vónirnar hovdu verið til. Bðrnini hðvdu ikki teinkievni at fata alt, ið fyri tey varð lagt. Nú síggja flestir skúlamenn, at hesin mátin dugdi ikki; tí tað fellur ikki barni- num natúrliga at hugsa um nakað, ið tað ikki hevur eitt sjón- ligt bílæti av. G-reidliga framseting av lærigreinum, sum barnið kann fata — tað er tað, ið umræður. Yíða hvar leggja tí skúlamenn sær eina við at skriva læribøkur og lesi- bøkur so lættfatiligar sum mðguligt, at bðrnini ikki skulu lesa nakað, ið tey ikki skilja; tí lestur utan skil ger næmingarnar gáloysnar. Hvat lærigreinum viðvikir, so má ansast eftir at finna tær, ið kunnu verma barnahjartað og koma teim til nyttu •seinni í lívinum. Fyri utan rokning og skriving, sum tað nú á dðgum er nærum so stórur torvur á at kunna, sum at fáa mat og drekka, eru móðurmálið og fosturlandssðgan tær lærigreinir, ið hildnar eru at vera bestar, ti í teim kennir barnið seg sjálvt aftur. Mangir av teim monnum, ið hava útint stórverk til bata fyri mannaættina, vita at siga frá, at tað var fosturlandssðgan, sum í barmi teirra kyndi tann neistan, ið lýsti fyri teim gjðg- num lívið. Símun Skaeð.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.