Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 9

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 9
At lesa og hoyra. 77 lesa eina bók vi& góðum skili nógvar ferðir enn at lesa nógvar bøkur eina ferð. Nú er tað tó ikki so mikið til breks hjá Føringum, at teir lesa í meira mátan, men hjá teimum, sum nógv lesa, er tí verri størsti parturin av lestrinum væl so lættur í innihaldi. Tað kunnu vit siggja av tí eftir førumuni stóra partinum av bloðum (sum »Eevuen« og »Familie Joumal«), ið komið hevur til lanđið. — Spurningurin er nú: »hvussu skal tann lestur vera, sum ein kann bjóða hinum ungu. Hetta kann neyvan svarast uppá við at rexa upp bøkur, ið verdar eru at lesa, eftir sum tað vildi verið eitt endaleyst arbeiði; og eisini má lesturin beina seg eftir teimum andsevnum, sum í lesarinum búgva. Tað kann tó sigast, at um ein bók virkar soleiðis, at lesarin aftan á lesturin fðlir seg líka tóman sum áður, hóast bókin var »stuttlig« at lesa, tá er hon ikki verd at bjóða framm. Av slikum lestri er ein heil flóð til, — lætt skrivað eygnabliks- verk, sum væl kunnu fanga huga lesarans undir lestrinum, men sum ongar tankar geva aftaná, tí at bókskrivarin ongar dyggar tankar hevur lagt niður i tann snogga orðabúnan. Slíkar bøkur eru sum vesælavætti í fínum klæðum. Um bókin skal vera verd at bjóða framm, má hon ávirka lesaran soleiðis, at hann eftir fyrsta lestur av henni kennir seg andaliga uppbygdan, á somu tíð sum nýggir tankar daga i hansara andaliga sjónarringi; um teir enn vísa seg kámir og óklárir, so leiða teir tó húgan til at leita framm eftir og lata hann gruna, at nakað liggur aftan fyri tað, ið skrivað stóð — nakað dragandi vakurt, sum førir á rætta leið. Slíkt kann geva hug at lesa bókina uppaftur og at geva henni betri gætur enn áður. Sovorðnar bøkur eru færri í tali enn hinar fyrru, og tær finnast tí verri ikki á hvðrjum palli. Heldur ikki falla tær fólki lættar at lesa, tær verða ofta nevndar turrar og strevnar at koma ígjðgnum. Men hetta kann ofta bera prógv fyri, at tær eru týdningsmiklar; tí so er háttað, at málsnildið: »tað sum kemur fyri lætt, fer fyri lætt«, hóskar lika væl, og betur at siga, um tað andaliga, sum um tað kropps- liga. Eingin skal fáa seg at trúgva, at rættur kunnleiki og andsríkidømi kemur fyri lítið og lætt. Nei! >einans tað verður okkara andaliga ogn, sum vit við egið arbeiði hava veitt«. Fyri nú at fáa tey ungu til at lesa slíkt, sum skil er i, við skili, er tað, at tey fyrst mugu hoyra; tí tað eru tey fáu, sum av egnum heimtingum eru fús til shkt andaligt stórarbeiði.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.