Búreisingur - 15.05.1902, Qupperneq 9
At lesa og hoyra.
77
lesa eina bók vi& góðum skili nógvar ferðir enn at lesa nógvar
bøkur eina ferð. Nú er tað tó ikki so mikið til breks hjá
Føringum, at teir lesa í meira mátan, men hjá teimum, sum
nógv lesa, er tí verri størsti parturin av lestrinum væl so lættur
í innihaldi. Tað kunnu vit siggja av tí eftir førumuni stóra
partinum av bloðum (sum »Eevuen« og »Familie Joumal«), ið
komið hevur til lanđið. — Spurningurin er nú: »hvussu skal
tann lestur vera, sum ein kann bjóða hinum ungu. Hetta kann
neyvan svarast uppá við at rexa upp bøkur, ið verdar eru at
lesa, eftir sum tað vildi verið eitt endaleyst arbeiði; og eisini
má lesturin beina seg eftir teimum andsevnum, sum í lesarinum
búgva. Tað kann tó sigast, at um ein bók virkar soleiðis, at
lesarin aftan á lesturin fðlir seg líka tóman sum áður, hóast bókin
var »stuttlig« at lesa, tá er hon ikki verd at bjóða framm.
Av slikum lestri er ein heil flóð til, — lætt skrivað eygnabliks-
verk, sum væl kunnu fanga huga lesarans undir lestrinum, men
sum ongar tankar geva aftaná, tí at bókskrivarin ongar dyggar
tankar hevur lagt niður i tann snogga orðabúnan. Slíkar bøkur
eru sum vesælavætti í fínum klæðum. Um bókin skal vera
verd at bjóða framm, má hon ávirka lesaran soleiðis, at hann
eftir fyrsta lestur av henni kennir seg andaliga uppbygdan, á
somu tíð sum nýggir tankar daga i hansara andaliga sjónarringi;
um teir enn vísa seg kámir og óklárir, so leiða teir tó húgan til
at leita framm eftir og lata hann gruna, at nakað liggur aftan
fyri tað, ið skrivað stóð — nakað dragandi vakurt, sum førir á
rætta leið. Slíkt kann geva hug at lesa bókina uppaftur og at
geva henni betri gætur enn áður. Sovorðnar bøkur eru færri í
tali enn hinar fyrru, og tær finnast tí verri ikki á hvðrjum
palli. Heldur ikki falla tær fólki lættar at lesa, tær verða ofta
nevndar turrar og strevnar at koma ígjðgnum. Men hetta kann
ofta bera prógv fyri, at tær eru týdningsmiklar; tí so er háttað,
at málsnildið: »tað sum kemur fyri lætt, fer fyri lætt«, hóskar
lika væl, og betur at siga, um tað andaliga, sum um tað kropps-
liga. Eingin skal fáa seg at trúgva, at rættur kunnleiki og
andsríkidømi kemur fyri lítið og lætt. Nei! >einans tað
verður okkara andaliga ogn, sum vit við egið arbeiði
hava veitt«.
Fyri nú at fáa tey ungu til at lesa slíkt, sum skil er i,
við skili, er tað, at tey fyrst mugu hoyra; tí tað eru tey fáu,
sum av egnum heimtingum eru fús til shkt andaligt stórarbeiði.