Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 14

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 14
82 Útheimurin. vunnu teir eina ógviliga góða hjálp til at reka protestantarnar (soleiðis nevnast Luthers og Kalvins menn) aftur. Og hetta eydnaðist teimum í fittum muni. I Spanjalandi, Ita-lialandi og Suðurtýsklandi útruddaðu teir rættuliga protestantarnar, og i hinum londunum strongdu teir hart á. Men hetta gekk onga- lunda friðaliga fyri seg; í fullum 100 árum eftir Luthers deyða var í teim flestu londunum íðuligir og oyðileggjanđi bardagar millum hinar tveir stóru kirkjupartarnar, katólikkar og prote- stantar. SerligaTýskland herjaðu hesir kirkjubardagar illa. Táið Luther đoyði, var Spanjalands kongur (Karl æt hann) ógviliga máttmikil; umframt Spanjaland átti hann oll hini sponsku ný- londini yvir í Amerika, ein stóran part av Italialandi, tey nú- verandi Háland og Belgialand, Eysturríkið og enn fleiri lond; tað segðist av sonnum, at sólin fór aldrin til viða í hansara riki. Spanjalands kongur var stívur katólikkur. Men av tí hann leingi stóð í bardaga við Frakkland og við Turkarnar (sum, síðan vit síðst nevndu teir, frá Konstantinopel hovdu vunnið langt framm i Evropa, heilt vestur til Týsklands marka- skel), formáddi hann einki at gera protestantunum, so fegin hann vildi. Men at endanum fekk hann bundið frið við hesar fíggindamar, og vendi sær so móti protestantunum í Norður- týsklandi; men hann átti onga eydnu. Sonur hans, Eilippur, arvaði ðll hini sponsku londini, partin í Italialandi, núverandi Háland og Belgialand, og snart vann hann sær Portugál aftrat. Hans einasti hugur stóð til heilt at útrudda allar protestantar við síni ómetaligari megi Og hann fór harðliga framm. Men hansara harðlyndi gjordi, at hann misti nakrar av sínum ríkastu lands- portum. Háland og Belgialand vóru tá á dðgum tey dúgi- ligastu og fremstu londini í Evropa í ðllum verkarbeiði. Táið hann hevði dripið 20,000 menniskjur í hesum londunum, tí at teir vóru protestantar, reisti fólkið seg imóti honum við vápn í henđi; og meðan Hálands sjómenn tóku inn tey nýlond, ið Portugál átti, og yfirfullu teir spansku fiotarnar, ið førdu silvur heim frá Amerika (so at Portugál og Spanjaland mistu nógv av teirra ríkdómi), eydnaðist tað ikki Filip kongi at kúga Hálands- menn heima í Evropa. Belgialands menn, ið mestan partin vóru katólikkar, samdust tó aftur við Eilip kong, men hitt litla Háland gavst ikki, fyrr enn tað heilt hevði slitið seg leyst frá Spanjalands harradømi. Og nú varð Háland, so lítið tað var,

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.