Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 17

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 17
Útlieimurin. 85- Vit nevndu áður, at Svoríki luttók i hinum týska trí- atiárabardaganum og vann landspartin Pommern undir seg. Nú. var Svðriki vorðið eitt av stórlondunum í Evropa. Og siðan bleiv tað enn meiri máttmikilt; tað tók landspartar við Eystur- sjógvin frá hinum pólska ríkinum og Skána frá Danmork. Tað lítla Svoríki kendi tað sum ein glitraudi og glómandi heiður at verða so stórt og máttmikilt riki; men tað var eisini tungt fyri tað fátæka Svoríki at halda á fótum teir stóru herar, ið kravdust,. og undir konginum Karl hinum tólvta kom streymskifti. Svoríki varð aldrin meiri nakað stórland og Pusland kom upp istaðin. Kusland hevði leingi verið stórt í vídd, men langt til afturs í kultúr. Fólkið var kristið (grisk-katólsk), men prestarnir vóru ógviliga fávitskutir, og Eusmenn kendu einki til allan út- heimin, sum hann var. Einans norður við hitt hvíta havið átti Liusland eina sjóhavn; Svenskarnir stongdu tað úti frá Eystur- sjónum og Turkarnir úti frá Svartahavinum. Men Pætur hin ríki, ið keisari varð o. u. 1700, lyfti land sítt hðgt upp á vaglið. Iðin royndi hann at veita kultúrstreymarnar úr Yesturevropa út yvir land sítt; hann stovnaði virkihús í hópatali, framdi bóklestur og fekk betri lag á heila landastýrið, men eina mest útgjordi hann her sín uppá tað besta. Og so gekk Pætur á tal við Danmðrk og hitt pólska ríkið um í felag at lierja á Svenskakongin Karl hin tólvta. Hóast Karl bar fleiri minniligar sigrar í hðll, fekk tó Kusland at endanum nógv av Eystursjó- londunum: nú átti Kusland sjóhavnir og brátt fekk tað sær stóran kríggsflota Góða mannsævi seinri, út móti ár 1800, herjaði Rusland á Turkamar og tók frá teim londini framm við norðari strond av Svartahavinum: her fekk Ruslanđ nj?ggjar sjóhavnir. Um sama bilið breiddi Rusland seg vesturá: tað gekk í felag saman við Eysturrikið og Preussaland um at býta sundur ímillum sin hitt stóra pólska ríkið, ið trátt fyri stødd sina var veikt og einki formáddi, av tí at adilsmenninir, ið ráddu landinum, altíð stóðu í ósemju. Síðan hevur hitt undirkúgaða pólska fólkið fleiri ferðir reist seg við vápn í hendi og roynt at blaka av sær tað kúgandi ok, á tí hvíldi; men alt til ógagns. Eg nevndi beint nú Preussaland. Hetta týska landið var so við og við komið sær upp, meðan Týskland, sum áður frágreitt er, lá sunđurdottið í oll tey nógvu smáríkini. Og hin serdeilis dugnakongurin, Fríðrikur hin annar, førdi Preussa-

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.