Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 3

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 3
Uppfostran. 71 henni til stóran bata og gera hennara tilveran ljósa og gleðifullar um hon røkir tað væl, — alt tað verður hvorjum at litlum gagni, ið íingið hevur ringa uppfostran; tað verður ein fjaldur dýrgripur. Ivaleyst er tí, at av ðllum framburðsgreinum er upp- fostranin hin týðingarmiklasta; hon er grundarlagið, sum manna- ættin byggir á; og tann fólkasamfundur, ið ikki ansar eftir henni, men letur hana vera eitt frammíhjá-yrki, sum ein kann. fáast við, táið einki annað gerst, og sum tað ikki loysir seg at spilla arbeiði og pening uppá, —• tann fólka-samfundur, sum fer soleiðis framm við uppfostranini, fráleggur sær rætt sín at vera í framburðs starvinum hina fólka-samfundanna, og letur fúna burtur tær røturnar, sum styrkin var at súgvast ígjognum. Hetta hava menn gjðrliga sæð áður so væl sum nú, og hevur hvðr í sínum lagi roynt at útgranska ta menniskjaligu natúr, sum tað er neyðugt at vera kunnugur við hjá ðllum, ið fáast við uppfostran. Men ymissar eru meiningarnar. Danska skaldið Jens Baggesen sigir í yrking síni: »Hin tvær reisur hongdi tjóvurin« frá, hvussu tjóvalysturin kemur aftur hjá hinum ólukkudýrinum, ið var loyst niður úr aftur gálganum, har hann hevði verið hongdur fyri stuldur, og yrkjarin nýtir nðkur orð eftir latínska skaldinum Horatius: »naturam expellas furca, tamen usque recurret«, sum kunnu útleggjast: »rek natúrina út við voldum, hon situr tær tó eftir í holdum !« Mangur hevur stynjað tungliga undir hesum hugsnarhátti og fallið í fátt. Latið okkum tó ansa betur eftir hesum orðunum og vita, hvat tey goyma í sær. Vit seta framm tann spurning: er natúrin góð ella ring? Er hon góð, so stendur væl til, og býttur maður er hann, ið rekur hana út við voldum; men er hon ring, so er tað ikki løgið, ums mangur gongur í dapurhuga. Ja, er hon nú tað ella tað? Ikki kann væntast, at slíkur spurningur verður beint loystur í »Búreisingi« — ein spurningur, sum vísmenn altíð hava verið ósáttir um. Vit skulu tó — scr einfalt vit kunnu — leggja framin fyri lesarnar ta áskoðan, ið nakrir viðgitnir menn hava haft um mannanatúrina. Dávið kongur sigir í sini sálmabók: »Eg eri borin í heim í misgerðr og i synd gat móðir mín meg«. Hann hevði ikki stórt álit á mannanatúrini; ti hann visti av sínum sjálvs royndum, at hon kundi villa mannavitið. Men farið, ið bar hann gjognum livið, var ein grundarfost trúgv uppá Guds miskunn, sum hann av insti sál lovar í sálmum sínum. Henda áskoðan, at mannanatúrin

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.