Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 19

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 19
Útheimurin. 87 sum enn er galđandi í Anglandi. Fittur partur av fólkinum var tó enn katólikkar, og teir roknaðu Skotalands drottning, ið var katólsk, fyri teirra yvirharra. Men Skotarnir sjálvir vóru altráir Kalvins menn og reistu seg við vápn í hendi móti drott- ning teirra1), ið rýmdi til Elisabeth og síðan varð dripin av henni. Elisabeth stóð leingi í bardaga við Filip kong í Spanja- lanđi, sum áður nevnt; Ánglands sjómenn yvirfullu og tóku teir spansku flotarnar, ið komu úr Amerika við gulli, silvuri og dýrum steinum, og einum ógviliga stórum kríggsflota, ið Spanja- menn geipaðu av var »óvinniligur«, vunnu teir sigur av. Nú fór Ánglands handil og sjóvesin langt framm á hond, og landið bleiv ríkt, og andslívið kom í størri blóma enn aðrastaðni í heiminum, og Ángland var nú i kultúri á oddanum. Og av tí fólkið fekk meiri sjálvfðlilsi, varð ríksdagurin djarvari og tordi at verja meining sína og halda uppá hana. Tað gav at bíta undir ððrum konganum eftir Elisabeth. Hann kundi ikki semjast við ríksdagin, og táið kongur royndi at kúga hann, brast ein inn- lendis bardagi á, ið endaði við, at kongur varð tikin til fanga og síðan tikin av dðgum. Kongsins figgindar, ið nú fingu ræðið, vóru allir á einum máli um, at kongurin mátti akta lógirnar; men í aðrar mátar vóru teir ógviliga ójavnir á máli, serliga um, hvussu kirkjuskipanin átti at vera, so at nðkur ár eftir valdi fólkið sær aftur til kongs ein son av tí đripna kongi. Men longu undir honum kom ósemjan aftur framm millum ríksdagin og kongaveldið. Yerri gekk tað undir hansara eftirmanni, sum fegin vildi herska einveldigt líkasum Ludvikur hin fjúrtandi yvir í Frakklandi, og sum tí breyt tær lógir, ið stóðu honum í vegin. Tá vendu landsins bestu menn sær frá honum og hein- taðu sær ein nýggjan kong úr Hálandi, meðan hin rýmdi til Frakklands. Nú fastsetti ríksdagurin gjðrla eina ferð fyri allar, at kongurin altið skuldi akta landsins lógir. Og síðan hevur eingin kongur í Anglandi torað at treiskast móti ríksdagsins vilja. Og trúarfrælsi vann Ángland sær so við og við, og onga- staðni var hin persónliga friheitin so nógv vird sum har. Ú Skotarnir valdu son hennar, Jákup, ið tá var smábarn, til kongs. Táið Elisabeth doyði varð Jákup eisini kongur í Anglandi og Irlandi. Og síðan hava hesi trý londini altíð verið sameint. Tað var til ein eldri Jákup kong, at hin dansk-norski kongurin pantsetti Hetland (um- framt Orkoyarnar), ið hegartil hevði átt bisp og lðgmann saman við Foroyar, og hvar sama mál var talað sum í Føroyum.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.