Búreisingur - 15.05.1902, Síða 19
Útheimurin.
87
sum enn er galđandi í Anglandi. Fittur partur av fólkinum
var tó enn katólikkar, og teir roknaðu Skotalands drottning,
ið var katólsk, fyri teirra yvirharra. Men Skotarnir sjálvir vóru
altráir Kalvins menn og reistu seg við vápn í hendi móti drott-
ning teirra1), ið rýmdi til Elisabeth og síðan varð dripin av
henni. Elisabeth stóð leingi í bardaga við Filip kong í Spanja-
lanđi, sum áður nevnt; Ánglands sjómenn yvirfullu og tóku teir
spansku flotarnar, ið komu úr Amerika við gulli, silvuri og
dýrum steinum, og einum ógviliga stórum kríggsflota, ið Spanja-
menn geipaðu av var »óvinniligur«, vunnu teir sigur av. Nú fór
Ánglands handil og sjóvesin langt framm á hond, og landið
bleiv ríkt, og andslívið kom í størri blóma enn aðrastaðni í
heiminum, og Ángland var nú i kultúri á oddanum. Og av tí fólkið
fekk meiri sjálvfðlilsi, varð ríksdagurin djarvari og tordi at verja
meining sína og halda uppá hana. Tað gav at bíta undir
ððrum konganum eftir Elisabeth. Hann kundi ikki semjast við
ríksdagin, og táið kongur royndi at kúga hann, brast ein inn-
lendis bardagi á, ið endaði við, at kongur varð tikin til fanga
og síðan tikin av dðgum. Kongsins figgindar, ið nú fingu ræðið,
vóru allir á einum máli um, at kongurin mátti akta lógirnar;
men í aðrar mátar vóru teir ógviliga ójavnir á máli, serliga
um, hvussu kirkjuskipanin átti at vera, so at nðkur ár eftir
valdi fólkið sær aftur til kongs ein son av tí đripna kongi. Men
longu undir honum kom ósemjan aftur framm millum ríksdagin
og kongaveldið. Yerri gekk tað undir hansara eftirmanni, sum
fegin vildi herska einveldigt líkasum Ludvikur hin fjúrtandi
yvir í Frakklandi, og sum tí breyt tær lógir, ið stóðu honum í
vegin. Tá vendu landsins bestu menn sær frá honum og hein-
taðu sær ein nýggjan kong úr Hálandi, meðan hin rýmdi til
Frakklands. Nú fastsetti ríksdagurin gjðrla eina ferð fyri allar,
at kongurin altið skuldi akta landsins lógir. Og síðan hevur
eingin kongur í Anglandi torað at treiskast móti ríksdagsins vilja.
Og trúarfrælsi vann Ángland sær so við og við, og onga-
staðni var hin persónliga friheitin so nógv vird sum har.
Ú Skotarnir valdu son hennar, Jákup, ið tá var smábarn, til kongs. Táið
Elisabeth doyði varð Jákup eisini kongur í Anglandi og Irlandi. Og
síðan hava hesi trý londini altíð verið sameint. Tað var til ein
eldri Jákup kong, at hin dansk-norski kongurin pantsetti Hetland (um-
framt Orkoyarnar), ið hegartil hevði átt bisp og lðgmann saman við
Foroyar, og hvar sama mál var talað sum í Føroyum.