Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 13

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 13
Útheimurin. 81 nú hin stóra brestin, ið gjðgnum harðar og oyðileggjandi bar- dagar endiliga skifti kirkjuna sundur í tveir stórar helmingar, og annar teirra dettur uppaftur sundur í fleiri landskirkjur; alt fieiri og fleiri kultúrlond koma framm, og millum teirra er nú eitt, nú eitt annað hitt sterkasta og máttmiklasta; eina langa tíð er Frakkland ella Frankaríki hitt máttmiklasta av ðllum, og av Frakklands kongi læra aðrir kongar og herskarar í Evropa at føra inn einvaldsharradømi i lond teirra; so at siga einans í Anglandi hevði eisini fólkið eitt orð at siga við í landastýri- num; landafundirnir stedgaðu ikki, men meiri og meiri land bleiv kent; menniskjan lærdi seg alt størri og størri snildir og kultúrin vax hóliga, men fast og óryggiliga í allari tíðini frá 1500 til 1789; og kultúrin losnaði meiri og meiri frá sambandi við kirkjuna. Men vit vilja hyggja nærri at sðguni. Teir lærdómar, kirkjan førdi um ár 1500, vóru ikki so lítið broyttir av frá teirri upprunaligu kristintrú. Biskupar og seinri serliga pávin hðvdu sligið fastar ymsar lærdómar, ið hin elsta kirkjan einki kendi til; og nógvir av kirkjumonnunum (eisini av pávunum) lðgdu meiri dent uppá at vinna sær verðs- liga makt enn uppá kristnar dygdir. Tí var ein illvilji vaxin framm móti pávakirkjuni, og fleiri menn hovdu tikið til orða móti henni og kravt eina almenna kirkjureinsan ella kirkjubót. Men enn var einki komið út av hesum, táið Týskarin Morten Luther steig framm ár 1517. Frá hesum ári roknast hin sonevnda reformatiónin ella trúarbótin (ella sum tað beinari eigir at nevnast: kirkjureinsanin). Luther kravdi, at menniskjan skuldi venda aftur til hina upprunaligu kristintrú og vraka allar páva- lærdómar. Hann týddi bibliuna uppá týskt (annars nýtti kirkjan einans hina latínsku bíbliuna) og kravdi, at allur kristin lærdómur skuldi berast framm fyri fólkinum á móðurmálinum. Mótistððan frá pávamonnunum var ógviliga skðrp; men tó breiđdi Luthers læra seg víðan um, upp til Norðurlondini, yvir heila Týskland, yvir Ángland, hon festi fótin í Frakklandi, í Spanjalandi, í Italialandi. Á somu tíð steig framm í Schweitz ein annar maður, Kalvin, ið eisini kravdi kirkjureinsan, og hans læra, sum í smáum broytti av frá Luthers, vann framm í Schweitz, í ti núverandi Hálandi og í Skotalandi. Pávakirkjan sýntist heilt at ganga undir. Men so tóku Pávamenninir sær um reiggj, og serliga í einum nýggjum munkafelagi (Jesuitar)

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.