Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 28

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 28
96 Hanđilsflotin í Danmórk og framfar hansara í 19. óld. Hyggja vit at hesari talvuni, siggja vit, at hóast talið á seglskipum i árunum Irá 1873—1901 er vaxiS o. u. 500 skip, er tonnagan (farmarúmđin) tó minkað o. u. 25,240 tons; meðan farmarúmdin i 1893 var vaxin 13,647 tons, hóast skipatalið ikki er meiri enn 13 skip hægri enn i 1901. Grrundin til hetta er ivaleyst tann, at teir i tey fyrstu nitiárini allastaðni í Evropa fóru yvir til at smíða stór seglskip. Meðalstøddin vexur og er størst u. 1893, síðan minkar tonnagan, meðan skipatalið hóliga skriður framm. Her i Danmðrk var tað mest elđri skip, vit keyptu, og serliga gekk Fanø her á odda. Men eftirsum tað altið er ein stórur kostnaður við at seta gomul skip í nýtiligan stand, ser- liga táið tey keypast av Angilskmonnum, ið altíð handfara skip síni illa, og eftirsum tað aldrin vóru rættuliga stór skip, vit fingu, visti tað seg, at hetta langtifrá loysti seg. Tað sæst tí á talvuni, at skipatalið í Fanø minkar í heilum siðan 1893, og av tí tað mest vóru stór skip, Fanømenn áttu, virkar hetta nógv inn á farmarúmdina (tonnaguna). Meðni eg eri hjá seglskipunum, vil eg í fáum orðum nevna skúlaskipið »Georg Stage«, ið 1882 varð útgjort av nú deyða skipsreiðara (áður skipara) Stage og konu hansara; enda- málið er um borð á ti at útbúgva đreingir til siglingarmenn, at hjálpa teimum yvir um tað fyrsta og strævnasta av lívinum til sjós. Tað er reitt út sum fullskip og hevur eina frammíhjá- maskinu uppá 25 hestakraftir. Tað er úti hvðrt einasta summar frá hálvum apríl til hálvan septembur. Dreingirnir læra alt viðvikjandi sjómannskapi; teir fáa vanligan skipskost, men verða væl viðfarnir; táið skipið er heim komið, verður roynt at fáa teimum av drongjunum hvru, ið hava fingið hug at sjómanns- lívinum. Heila lærutiðin sum hon er kostar einki fyri dreingir úr Danmðrk, Føroyum og Islandi; tó skulu foreldrini útreiða 60 kr., og fyri tær fáa dreingirnir ein avbera sterkan uniforms- útbúnað, sum seinri í lívinum leingi er teimum til stórt gagn. So stór er eftirspurnin eftir at sleppa út við »Georg Stage«, at i ár máttu teir vísa 200 dreingir frá sær. Skipið tekur 80 dreingir út við á hvorjum ári. Yenda vit okkum nú til skipaf lotan iFøroy um,sosiggja vit einki føroyskt skip nevnt i teim donsku frágreiðingunum frá handilsflotanum fyrr enn í árið 1868—1869. Tað árið eru

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.