Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 10

Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 10
78 At lesa og hoyra. So sum vit fyrr á aldri læra at fata talu og at tala, enn vit læra at fata lestur og at lesa, soleiðis gongur til allar tíðir hitt livandi, talaða, orðið okkum meira til hjarta enn hitt skri- vaða orðsbílætið. Tey fiestu hava verið var við, at orð sum hovdu sætt vánalig og óhjálpin út bókskrivað, kunnu røra við teir bestu bjartastreingirnar, talað av mannamunni, hvar heitar kenslur eru innanfyri. Lestur av góðum skriftum kann ikki metast ovdvrur, táið talan er um, hvussu hin einstaki skal nøra og væla um sítt andsliv; men hann er ikki væl skikkaður til at kveikja lív í teim ungu og enn minni til at vekja fólk úr andaligum svðvni. Til tess má nýtast hin mesta heiðursgáva, vit hava av skaparans hond — hitt livandi orðið, sum tað við megi kann streyma úr einum av andanum fyltum mannabrósti. Er fyrst av sonnum rætt lív kveikt i ungmenninum av hinum livandi orðinum, so er sloppið úr størsta vanda; tí tann natúr býr i okkum, at har sum lív er til steðar, leitar tað altíð framm til ljósið. Ein og hvor hevur givið tí gætur, hvussu ein eplanál, táið várlýtkan kemur, kann bróta sær veg framm gjðgnum molđ, millum steinar, ja sjálvt gjðgnum træ, fyri at náa til ljósið og ta vermandi sólina. A sama hátt gongur tað við menniskjanum; táið hitt andaliga lívið fyrst er kveikt, firrast eitt menniskja ikki undan anda- ligum stórarbeiði fyri at koma sær framm til ljós og varma. Meðan vit arbeiða okkum framm til gott skil, kunnu mangar gleðir koma okkum til handa. Eg veit fátt, sum kann veita menniskjum reinari gleðir enn arbeiðið framm gjðgnum ein ella annan spurning til rætt svar, — sjálvsagt skal veg- leiðing til eitt slíkt arbeiði. Oftast gongur tað so, at spurningurin av fyrstu tíð er myrkur og tykist at vera ómðguligur at koma ígjðgnum; men við ídni og trúfast arbeiði losnar ein knútur fyri og annar eftir, meðan tað glampar og glimtar fyri huganum, sum hevði tað rivið í tokuni, ið fyrr lá oman yvir ðllum. Glimtini eru í fyrstuni fá og knðpp sum snarljós at tekkja, men vit hava tó ein hóma av tí, sum finnast skal. I slíkum eygnablikkum havi eg sætt andlitið á viðkomandi ungmenni klárna og slíkt lív koma i, at illa hevur gingist við at sitið stillur og latið verið at rópt eitt sindur av gleði. Seinni lættir tokan heilt, og tað, sum áður var myrkt, er nú greitt og klárt sum dagur. Aftan á eitt slíkt væl eydnað andaligt arbeiði, kann ein fðla slíka

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.