Búreisingur - 15.05.1902, Side 10
78
At lesa og hoyra.
So sum vit fyrr á aldri læra at fata talu og at tala, enn
vit læra at fata lestur og at lesa, soleiðis gongur til allar tíðir
hitt livandi, talaða, orðið okkum meira til hjarta enn hitt skri-
vaða orðsbílætið. Tey fiestu hava verið var við, at orð sum
hovdu sætt vánalig og óhjálpin út bókskrivað, kunnu røra við
teir bestu bjartastreingirnar, talað av mannamunni, hvar heitar
kenslur eru innanfyri.
Lestur av góðum skriftum kann ikki metast ovdvrur, táið
talan er um, hvussu hin einstaki skal nøra og væla um sítt
andsliv; men hann er ikki væl skikkaður til at kveikja lív í
teim ungu og enn minni til at vekja fólk úr andaligum svðvni.
Til tess má nýtast hin mesta heiðursgáva, vit hava av skaparans
hond — hitt livandi orðið, sum tað við megi kann streyma úr
einum av andanum fyltum mannabrósti. Er fyrst av sonnum rætt
lív kveikt i ungmenninum av hinum livandi orðinum, so er sloppið
úr størsta vanda; tí tann natúr býr i okkum, at har sum lív er
til steðar, leitar tað altíð framm til ljósið. Ein og hvor hevur
givið tí gætur, hvussu ein eplanál, táið várlýtkan kemur, kann
bróta sær veg framm gjðgnum molđ, millum steinar, ja sjálvt
gjðgnum træ, fyri at náa til ljósið og ta vermandi sólina. A
sama hátt gongur tað við menniskjanum; táið hitt andaliga
lívið fyrst er kveikt, firrast eitt menniskja ikki undan anda-
ligum stórarbeiði fyri at koma sær framm til ljós og varma.
Meðan vit arbeiða okkum framm til gott skil, kunnu
mangar gleðir koma okkum til handa. Eg veit fátt, sum kann
veita menniskjum reinari gleðir enn arbeiðið framm gjðgnum
ein ella annan spurning til rætt svar, — sjálvsagt skal veg-
leiðing til eitt slíkt arbeiði.
Oftast gongur tað so, at spurningurin av fyrstu tíð er
myrkur og tykist at vera ómðguligur at koma ígjðgnum; men
við ídni og trúfast arbeiði losnar ein knútur fyri og annar eftir,
meðan tað glampar og glimtar fyri huganum, sum hevði tað
rivið í tokuni, ið fyrr lá oman yvir ðllum. Glimtini eru í
fyrstuni fá og knðpp sum snarljós at tekkja, men vit hava tó
ein hóma av tí, sum finnast skal. I slíkum eygnablikkum havi
eg sætt andlitið á viðkomandi ungmenni klárna og slíkt lív
koma i, at illa hevur gingist við at sitið stillur og latið verið
at rópt eitt sindur av gleði. Seinni lættir tokan heilt, og tað,
sum áður var myrkt, er nú greitt og klárt sum dagur. Aftan
á eitt slíkt væl eydnað andaligt arbeiði, kann ein fðla slíka