Búreisingur - 15.05.1902, Síða 15

Búreisingur - 15.05.1902, Síða 15
Útheimurin. 83 hin størsta sjómaktin í Evropa, og tað var nú Hálands (og Erakk- lands) og ikki longur Hansafelagsins sjóbýir, ið átti hin mesta handil, og tað varð ríkari og ríkari, meðni Spanjaland bleiv meiri og meiri fátækt. Táið Filip doyði, var fólkatalið í Spanja- lanđi komið niður í helft: so tungar treytirnar legði hann. Og seinri sleit Portugál seg leyst frá Spanjalandi. Eisini móti tí protestantiska Anglandi førdi Filippur bardaga og tapti; men um hetta skal meiri sigast seinri. Heldur ikki hevði Filip kongur eydnu við sær, táið hann eisini royndi at gera seg inn á prote- stantarnar í Frakklandi. Her var fittur partur av fólkinum vunnin fyri Kalvins læru, men meginparturin var tó enn katólsk- sinnaður; og táið hesir báðir partarnir nú tókust hondum saman sínámillum, hjálpti Filip kongur teim katólsku. Men hesin langi innlendis bardagi endaði tó við, at Frakkland fekk trúarfrælsi o: hvðr maður fekk rættin til fríur og frælsur at eiga ta trúgv, honum best liktist. Soleiðis varð Frakkland fyrsta land, ið trúarfrælsi fekk, meðni í oðrum londum kongamir noyddu fólkið til at hava teirra trúgv; og nú fekk Frakkland frið innlendis og varð máttmikilt útlendis, meðan hjá Spanjalandi gekk aftur á hond. Hin harðasti og mest oyðileggjandi av ðllum trúarbar- dogum var tó hin sonevndi tríatiárabardagin, ið førdist í Týsklandi í tríati ár, frá 1618—1648. I honum gekk leingi protestantunum illa, hóast teir hjálptust av danska konginum Kristian IV; frægari gekk tað, táið hin svenski kongurin Gustavur Adolf kom teimum til hjálpar; men eftir at hann var fallin í bardaganum, gekk aftur framm á hond hjá teim katólsku. líka til Frakkland (har meginparturin av fólkinum var katólskur) tók særi fyri at hjálpa protestantunum. Týskland var nærum lagt oyðið i hesum langa minniliga bardaga. Býir brendust, neytini drupust, menniskjur drupust ella doyðu av pesti og hungri; upplýsing og kunnugleiki var nærum horvin úr landi- num, og tað vardi langar tíðir, áðrenn Týsbland aftur kom á fót; tað sigst, at meðan fólkatalið undan tríatiárabardaganum var 16 milliónur, var tað ikki meir enn 4 eftir bardagan. Um- siðir kom tó friður, og tá kannaðist hin týski landsparturin Pommern Svðríki og Elsass Frakklandi; og tað varð fastsett, at hin katólska og hin lutheriska kirkjan sknldu eiga tað, hvðr teirra nú eina ferð átti. Men trúarfrælsi kom ikki, tí ein og

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.