Búreisingur - 15.05.1902, Side 15
Útheimurin.
83
hin størsta sjómaktin í Evropa, og tað var nú Hálands (og Erakk-
lands) og ikki longur Hansafelagsins sjóbýir, ið átti hin mesta
handil, og tað varð ríkari og ríkari, meðni Spanjaland bleiv
meiri og meiri fátækt. Táið Filip doyði, var fólkatalið í Spanja-
lanđi komið niður í helft: so tungar treytirnar legði hann. Og
seinri sleit Portugál seg leyst frá Spanjalandi. Eisini móti tí
protestantiska Anglandi førdi Filippur bardaga og tapti; men
um hetta skal meiri sigast seinri. Heldur ikki hevði Filip kongur
eydnu við sær, táið hann eisini royndi at gera seg inn á prote-
stantarnar í Frakklandi. Her var fittur partur av fólkinum
vunnin fyri Kalvins læru, men meginparturin var tó enn katólsk-
sinnaður; og táið hesir báðir partarnir nú tókust hondum saman
sínámillum, hjálpti Filip kongur teim katólsku. Men hesin langi
innlendis bardagi endaði tó við, at Frakkland fekk trúarfrælsi
o: hvðr maður fekk rættin til fríur og frælsur at eiga ta trúgv,
honum best liktist. Soleiðis varð Frakkland fyrsta land, ið
trúarfrælsi fekk, meðni í oðrum londum kongamir noyddu fólkið
til at hava teirra trúgv; og nú fekk Frakkland frið innlendis
og varð máttmikilt útlendis, meðan hjá Spanjalandi gekk aftur
á hond.
Hin harðasti og mest oyðileggjandi av ðllum trúarbar-
dogum var tó hin sonevndi tríatiárabardagin, ið førdist í
Týsklandi í tríati ár, frá 1618—1648. I honum gekk leingi
protestantunum illa, hóast teir hjálptust av danska konginum
Kristian IV; frægari gekk tað, táið hin svenski kongurin
Gustavur Adolf kom teimum til hjálpar; men eftir at hann var
fallin í bardaganum, gekk aftur framm á hond hjá teim katólsku.
líka til Frakkland (har meginparturin av fólkinum var katólskur)
tók særi fyri at hjálpa protestantunum. Týskland var nærum
lagt oyðið i hesum langa minniliga bardaga. Býir brendust,
neytini drupust, menniskjur drupust ella doyðu av pesti og
hungri; upplýsing og kunnugleiki var nærum horvin úr landi-
num, og tað vardi langar tíðir, áðrenn Týsbland aftur kom á
fót; tað sigst, at meðan fólkatalið undan tríatiárabardaganum
var 16 milliónur, var tað ikki meir enn 4 eftir bardagan. Um-
siðir kom tó friður, og tá kannaðist hin týski landsparturin
Pommern Svðríki og Elsass Frakklandi; og tað varð fastsett,
at hin katólska og hin lutheriska kirkjan sknldu eiga tað, hvðr
teirra nú eina ferð átti. Men trúarfrælsi kom ikki, tí ein og