Búreisingur - 15.05.1902, Qupperneq 28
96 Hanđilsflotin í Danmórk og framfar hansara í 19. óld.
Hyggja vit at hesari talvuni, siggja vit, at hóast talið á seglskipum
i árunum Irá 1873—1901 er vaxiS o. u. 500 skip, er tonnagan
(farmarúmđin) tó minkað o. u. 25,240 tons; meðan farmarúmdin
i 1893 var vaxin 13,647 tons, hóast skipatalið ikki er meiri enn
13 skip hægri enn i 1901. Grrundin til hetta er ivaleyst tann,
at teir i tey fyrstu nitiárini allastaðni í Evropa fóru yvir til
at smíða stór seglskip. Meðalstøddin vexur og er størst u.
1893, síðan minkar tonnagan, meðan skipatalið hóliga skriður
framm.
Her i Danmðrk var tað mest elđri skip, vit keyptu, og
serliga gekk Fanø her á odda. Men eftirsum tað altið er ein
stórur kostnaður við at seta gomul skip í nýtiligan stand, ser-
liga táið tey keypast av Angilskmonnum, ið altíð handfara skip
síni illa, og eftirsum tað aldrin vóru rættuliga stór skip, vit
fingu, visti tað seg, at hetta langtifrá loysti seg. Tað sæst tí á
talvuni, at skipatalið í Fanø minkar í heilum siðan 1893, og av
tí tað mest vóru stór skip, Fanømenn áttu, virkar hetta nógv
inn á farmarúmdina (tonnaguna).
Meðni eg eri hjá seglskipunum, vil eg í fáum orðum
nevna skúlaskipið »Georg Stage«, ið 1882 varð útgjort av nú
deyða skipsreiðara (áður skipara) Stage og konu hansara; enda-
málið er um borð á ti at útbúgva đreingir til siglingarmenn,
at hjálpa teimum yvir um tað fyrsta og strævnasta av lívinum
til sjós. Tað er reitt út sum fullskip og hevur eina frammíhjá-
maskinu uppá 25 hestakraftir. Tað er úti hvðrt einasta summar
frá hálvum apríl til hálvan septembur. Dreingirnir læra alt
viðvikjandi sjómannskapi; teir fáa vanligan skipskost, men verða
væl viðfarnir; táið skipið er heim komið, verður roynt at fáa
teimum av drongjunum hvru, ið hava fingið hug at sjómanns-
lívinum. Heila lærutiðin sum hon er kostar einki fyri dreingir
úr Danmðrk, Føroyum og Islandi; tó skulu foreldrini útreiða
60 kr., og fyri tær fáa dreingirnir ein avbera sterkan uniforms-
útbúnað, sum seinri í lívinum leingi er teimum til stórt gagn.
So stór er eftirspurnin eftir at sleppa út við »Georg Stage«, at
i ár máttu teir vísa 200 dreingir frá sær. Skipið tekur 80
dreingir út við á hvorjum ári.
Yenda vit okkum nú til skipaf lotan iFøroy um,sosiggja
vit einki føroyskt skip nevnt i teim donsku frágreiðingunum frá
handilsflotanum fyrr enn í árið 1868—1869. Tað árið eru