Búreisingur - 15.05.1902, Side 3
Uppfostran.
71
henni til stóran bata og gera hennara tilveran ljósa og gleðifullar
um hon røkir tað væl, — alt tað verður hvorjum at litlum
gagni, ið íingið hevur ringa uppfostran; tað verður ein fjaldur
dýrgripur. Ivaleyst er tí, at av ðllum framburðsgreinum er upp-
fostranin hin týðingarmiklasta; hon er grundarlagið, sum manna-
ættin byggir á; og tann fólkasamfundur, ið ikki ansar eftir
henni, men letur hana vera eitt frammíhjá-yrki, sum ein kann.
fáast við, táið einki annað gerst, og sum tað ikki loysir seg at
spilla arbeiði og pening uppá, —• tann fólka-samfundur, sum fer
soleiðis framm við uppfostranini, fráleggur sær rætt sín at vera
í framburðs starvinum hina fólka-samfundanna, og letur fúna
burtur tær røturnar, sum styrkin var at súgvast ígjognum.
Hetta hava menn gjðrliga sæð áður so væl sum nú, og
hevur hvðr í sínum lagi roynt at útgranska ta menniskjaligu
natúr, sum tað er neyðugt at vera kunnugur við hjá ðllum, ið
fáast við uppfostran. Men ymissar eru meiningarnar. Danska
skaldið Jens Baggesen sigir í yrking síni: »Hin tvær reisur
hongdi tjóvurin« frá, hvussu tjóvalysturin kemur aftur hjá hinum
ólukkudýrinum, ið var loyst niður úr aftur gálganum, har hann
hevði verið hongdur fyri stuldur, og yrkjarin nýtir nðkur orð
eftir latínska skaldinum Horatius: »naturam expellas furca, tamen
usque recurret«, sum kunnu útleggjast: »rek natúrina út við
voldum, hon situr tær tó eftir í holdum !« Mangur hevur stynjað
tungliga undir hesum hugsnarhátti og fallið í fátt. Latið okkum
tó ansa betur eftir hesum orðunum og vita, hvat tey goyma í
sær. Vit seta framm tann spurning: er natúrin góð ella ring?
Er hon góð, so stendur væl til, og býttur maður er hann, ið rekur
hana út við voldum; men er hon ring, so er tað ikki løgið, ums
mangur gongur í dapurhuga.
Ja, er hon nú tað ella tað? Ikki kann væntast, at slíkur
spurningur verður beint loystur í »Búreisingi« — ein spurningur,
sum vísmenn altíð hava verið ósáttir um. Vit skulu tó — scr
einfalt vit kunnu — leggja framin fyri lesarnar ta áskoðan, ið
nakrir viðgitnir menn hava haft um mannanatúrina. Dávið
kongur sigir í sini sálmabók: »Eg eri borin í heim í misgerðr
og i synd gat móðir mín meg«. Hann hevði ikki stórt álit á
mannanatúrini; ti hann visti av sínum sjálvs royndum, at hon
kundi villa mannavitið. Men farið, ið bar hann gjognum livið,
var ein grundarfost trúgv uppá Guds miskunn, sum hann av
insti sál lovar í sálmum sínum. Henda áskoðan, at mannanatúrin