Búreisingur - 15.05.1902, Page 17
Útlieimurin.
85-
Vit nevndu áður, at Svoríki luttók i hinum týska trí-
atiárabardaganum og vann landspartin Pommern undir seg. Nú.
var Svðriki vorðið eitt av stórlondunum í Evropa. Og siðan
bleiv tað enn meiri máttmikilt; tað tók landspartar við Eystur-
sjógvin frá hinum pólska ríkinum og Skána frá Danmork. Tað
lítla Svoríki kendi tað sum ein glitraudi og glómandi heiður at
verða so stórt og máttmikilt riki; men tað var eisini tungt fyri
tað fátæka Svoríki at halda á fótum teir stóru herar, ið kravdust,.
og undir konginum Karl hinum tólvta kom streymskifti.
Svoríki varð aldrin meiri nakað stórland og Pusland kom
upp istaðin.
Kusland hevði leingi verið stórt í vídd, men langt til
afturs í kultúr. Fólkið var kristið (grisk-katólsk), men prestarnir
vóru ógviliga fávitskutir, og Eusmenn kendu einki til allan út-
heimin, sum hann var. Einans norður við hitt hvíta havið átti
Liusland eina sjóhavn; Svenskarnir stongdu tað úti frá Eystur-
sjónum og Turkarnir úti frá Svartahavinum. Men Pætur hin
ríki, ið keisari varð o. u. 1700, lyfti land sítt hðgt upp á vaglið.
Iðin royndi hann at veita kultúrstreymarnar úr Yesturevropa
út yvir land sítt; hann stovnaði virkihús í hópatali, framdi
bóklestur og fekk betri lag á heila landastýrið, men eina mest
útgjordi hann her sín uppá tað besta. Og so gekk Pætur á
tal við Danmðrk og hitt pólska ríkið um í felag at lierja á
Svenskakongin Karl hin tólvta. Hóast Karl bar fleiri minniligar
sigrar í hðll, fekk tó Kusland at endanum nógv av Eystursjó-
londunum: nú átti Kusland sjóhavnir og brátt fekk tað sær
stóran kríggsflota Góða mannsævi seinri, út móti ár 1800,
herjaði Rusland á Turkamar og tók frá teim londini framm við
norðari strond av Svartahavinum: her fekk Ruslanđ nj?ggjar
sjóhavnir. Um sama bilið breiddi Rusland seg vesturá: tað
gekk í felag saman við Eysturrikið og Preussaland um at býta
sundur ímillum sin hitt stóra pólska ríkið, ið trátt fyri stødd
sina var veikt og einki formáddi, av tí at adilsmenninir, ið ráddu
landinum, altíð stóðu í ósemju. Síðan hevur hitt undirkúgaða
pólska fólkið fleiri ferðir reist seg við vápn í hendi og roynt at
blaka av sær tað kúgandi ok, á tí hvíldi; men alt til ógagns.
Eg nevndi beint nú Preussaland. Hetta týska landið
var so við og við komið sær upp, meðan Týskland, sum áður
frágreitt er, lá sunđurdottið í oll tey nógvu smáríkini. Og hin
serdeilis dugnakongurin, Fríðrikur hin annar, førdi Preussa-