Búreisingur - 15.05.1902, Side 6
74
Uppfostran.
lættliga vinna barnahjartað og ala álit og kærleik upp í ti og
leggja ómetiliga nógv gott niður í tey ungu; men hann, ið vil
hava bornini at verða sum hann er sjálvur í hugsnarhátti og
atburði og ikki hevur ans fyri tí eymtfolandi barnahjartanum, —
hann sær oftast strev sítt verða meiri til skaða enn til gagns.
Tað er, sum vit vita, tó ikki einans hjartna- og sálarlívið
— um tað er týðingarmiklast — sum lærarin skal røkja; hann
hevur eisini at geva bðrnunum kunleik um og at búgva tey fyri
livinum, ið kemur, at tey seinni kunnu vera sær sjálvum og
samfundinum at gagni. Tann tíð hevur verið, at menn av áhuga
fyri at búgva tey ungu fyri lívinum, vildu hava nærurn allar
lærigreinir inn í skúlan; tað var væl meint; men fruktirnar vóru
ikki so góðar, sum vónirnar hovdu verið til. Bðrnini hðvdu
ikki teinkievni at fata alt, ið fyri tey varð lagt. Nú síggja flestir
skúlamenn, at hesin mátin dugdi ikki; tí tað fellur ikki barni-
num natúrliga at hugsa um nakað, ið tað ikki hevur eitt sjón-
ligt bílæti av.
G-reidliga framseting av lærigreinum, sum
barnið kann fata — tað er tað, ið umræður. Yíða hvar
leggja tí skúlamenn sær eina við at skriva læribøkur og lesi-
bøkur so lættfatiligar sum mðguligt, at bðrnini ikki skulu lesa
nakað, ið tey ikki skilja; tí lestur utan skil ger næmingarnar
gáloysnar. Hvat lærigreinum viðvikir, so má ansast eftir at
finna tær, ið kunnu verma barnahjartað og koma teim til nyttu
•seinni í lívinum. Fyri utan rokning og skriving, sum tað nú á
dðgum er nærum so stórur torvur á at kunna, sum at fáa mat
og drekka, eru móðurmálið og fosturlandssðgan tær lærigreinir,
ið hildnar eru at vera bestar, ti í teim kennir barnið seg sjálvt
aftur. Mangir av teim monnum, ið hava útint stórverk til bata
fyri mannaættina, vita at siga frá, at tað var fosturlandssðgan,
sum í barmi teirra kyndi tann neistan, ið lýsti fyri teim gjðg-
num lívið.
Símun Skaeð.