Búreisingur - 15.05.1902, Page 7
AT LESA OG HOYRA.
Ojaldan á ævini hevnr orðatakib, »kunnleiki er makt« ljóðað
harðara enn á okkara dðgum, og tað er einki ringt merki, at
menniskjuni vilja gera rættan kunnleika til hvðns rnanns ogn.
Her i Føroyum, hvar allur framburður sjálvsagt kemur seinri
enn úti í hinum stóra heiminum, er tó nú rópið »kunnleiki er
makt« eisini at hoyra.
Táið vit skulu út at ferðast, er tað neyðugt. áðrenn vit
byrja ferð okkara, at vita hvðrja leið vit skulu taka, um ferðin
skal verða til gagns.
Leiðin til kunnleika er í tvíningum. At lesa ogat hoyra
eru vegirnir, sum ganga til holla upplýsing fyri hvðnn mann.
Tað kann sýnast, at táið vegirnir eru so beint áframm, sum
lestur og hoyring, eigir tað at vera ein lðtt sak at vinna kunn-
leika. Tað er tó ikki so. Tí at lesa og hoyra við góðum skili
er ikki lætt, og at lesa og hoyra við lítlum ella ongum skili
førir ongan mann framm til holla upplýsing, men einans til
einkitýðandi innbilta (sjálvkravda) vitan um skini av ðllum og
um tað rætta innihaldi av ongum. Tað sum umræður er tí, at
lesa og hoyra við skili, og til tess eru vit sum menniskjur
fødd og borin.
Menniskjuni eru skapað til at rannsaka og at hava skil
á tingunum, tey síggja runđan um seg. Djórini kunnu væl vera
slíkum fyri utan; tí tey eru soleiðis fyrireikað av natúrini, at
tey ikki hava tað fyri neyðini, sum vit nevna skil. Djórið er
at siga sjálvbjargið skamma stund eftir at tað er borið í heim;
men við okkum menniskjum er tað ððrvisi. Hvussu nógv
hjálparleysari er ikki eitt nýføtt barn enn ein nýklaktur høsnar-
ungi? Og hvussu spakuliga gongur ikki eisini allur framburður
hjá okkum afturimóti hjá djórunum. I tann máta kann tað
sýnast sum at menniskjað stóð aftan fyri djórið. Men alt er