Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 23
Hanđilsfiotin í Danmork og framfar hansara 1 19. ðld. 91
saman niðri við tollbúðina hin 21 maj 1819, tí tann dagin kom
hitt fyrsta guvuskipið hegar til Keypmannahavnar; tað var
»Caledonia«, ið var keypt í útlondunum, og sum nú skuldi vera
fyrislóðari her í Danmork.
»Caledonia« var ikki nógv lik teim guvuskipum, vit hava
nú á dðgum. Sum málningurin sýnir tað, var tað eitt hjólskip,
og tað vóru oll tey elstu guvuskipini; tað var ikki fyrr enn
1838, at teir funnu uppá at gera drívskrúvur, og 1851 leyp hitt
fyrsta skrúvuskipið, ið danska ríkisstýrið smíðaði, av lunnunum;
tað var korvettan »Thór«.
Tó hðvdu teir innan ta tíð sett inn skrúvu í summi av
okkara eldru kriggsskipum; men »Thór« var, sum framhildið,
hitt fyrsta, ið ríkisstýrið smíðaði.
Eftir at 1824 ymsar handils- og siglingarsáttir vóru gjðrdar
við Angland, Svoríki, Noreg, Norðurámerika og onnur lond,
kom skjótt gongd á ta donska siglingina. »Caledonia«, ið varð
nýtt sum flutningsbátur til Kiel, varð skjótt eftirfylgd av oðrum
guvuskipum; fyrst kom eitt, ið sigldi á Lúbeck, síðan kom ein
skipagongdin á Jútland o. s. frv.
Ikki fyrr enn 5 ár eftir at »Galedonia« var komin, fingu
vit hitt fyrsta guvukríggsskipið; tað var hjólskipið »Kiel«, ið
1824 varð keypt i Ánglandi. Tað má tó ikki kallast eitt rættu-
ligt »kríggsskip«, tí tað varð einans nýtt sum flutningsbátur
hjá tí kongaliga húsinum.
At eisini »Kiel« varð forvitnisliga mótitikið, táið tað kom.
hegar, er óivað, hóast stødđin á tí ongalunda var avskila stór.
Longdin var 86 føtur 3 tummar, breiddin 20 f. 10 t. og kav-
hæddin 5’/2 fót. Eyri at javna tað saman við »Smiril«, sum
als ikki er nakað stórt skip eftir nútíðar viðurskiftum, skal her
nevnast, at hann er 100 føtur langur, 191/2 f. breiður, meðan
kavhæddin er næstan 9l/2 f. At »Kiel« var so breitt í saman-
burði við longdina, komst av hjólunum.
Hóast handilsflotin nú íðuliga eykaðist við guvuskipum,
gingú tó fullu 17 ár, innan kríggsflotin fekk eitt aftrat; tað varð
hjólskipið »Ægir<, ið keyptist í Ánglandi 1841. Um »Ægir« er at
siga, at háhn var hitt fyrsta jarnskipið, ið hin danski flotin átti.
Dyggar frágreiðingar um hanđilsflotan í Danmork finnast
ikki fyrr enn um 1835—40. Longu 1819 gekk tó út eitt konga-
ligt boð (»plakat«), ið álegði ollum skipsreiðarum eina ferð á ári