Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 2
UPPFOSTKAN
Ofta hoyrist sagt manna millum, táið onkur vanlukka hevur
borist til: »hatta rnátti so ganga; ikki gjordist við, ti tað
var teim lagað«. Tó at slíkur hugsnarháttur ikki einans finst á
okkara landi, men víða hvar um tann kristna partin av heimi-
num, so hevur hann ikki røtur i kristindóminum og er ikki
kristin. Tað beina navnið fyri slikum hugsnarhátti er tirrka-
trúgv. Muhámed sigst at vera upphav hennara, og vist er
tað, at hon hevur útint stórverk. Eingir kríggsmenn kundu
javnast við teir, ið bardust fyri turkatrúnni. Muhámed hevði
kent teim tann lærdóm, at antin teir fjaldu seg í halanum á
herinum ella vóru á oddanum, so vóru liv ella deyði líka vís á
hinum sum á hesum staðnum. Men hevði Muhámed sjálvur haft
álit á hesa trúgv, so mundi hann og eftirmenn hans neyvan sent
so stórar herar út og spilt so nógv mannablóð. Ikki hevði tðrva
at strevast fyri kroppsligum framburði, um lagnan longu hevði
haft sett ræsur fyri ollum; og hvat er vert at hugsa um upp-
fostran, táið alt er avgjðrt frammanundan!
Men tað er tí betur so, at tey somu, sum siga um alt, ið
hent hevur, at »tað mátti so ganga, tí tað var so lagað«, tey
hava ofta frálíka góða umhugsan fyri framtíðini, og royna
at byrgja fyri ollum, ið kann vera teim at skaða, og at fjálga
um alt, ið ber móti sama enđamáli, sum tey strevast móti So
hevur verið so langt aftur í tíðini, sum vit kunnu tekkja eina
glamu yvir mannasoguni, og so er tað henda dag i dag. Tað
er júst henda umhugsan fyri framtíðini, ið hevur borið
teir ymissu fólka-samfunđir so frætt óskalaðar gjognum tiðirnar,
at teir hava dirvi og treystleika at byggja viðari; við fáum
orðum: hon hevur verið atvoldin at ollum framburði andliga
so væl sum kroppsliga.
Alt, ið menniskjan er sett at røkja, og sum kann vera