Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 11
Soppur í føroyskum og sopp í írskum 17 Nú leggja vit fyrst leiðina suður til Hjaltlands, har Dr. Jakobsen hevur skrivað upp orð, sum illa fær verið annað enn orðið soppur, og er tað nýtt í somu merking. í Vestur* hjaltlandi fann hann tað, og er tað í orðabókini skrivað sipp, ljóðskrivað [sap (sip)] og týtt: «lille visk, spec. lille hø* eller halmvisk; a sipp to de calf, lille visk (halmvisk), som gives en kalv.» Viðvíkjandi skyldskapi við onnur orð, nevnir hann bert føroyska orðið soppur (visk, høvisk) og leggur hann aftur* at, at tá ið sipp merkir «nip, slurk», er tað enska orðið sip. — Orðið er til enn fyri vestan, «in Walls and the West Side,» sigur Mr. T. A. Robertson, sum ættaður er úr Walls (beinari: Waas, t. e. úr Vágum). Nú er tað bert framborið [sip], og er tað helst ikki nýtt um annað enn hoyggj. Merkingin verður so beint tann sama, sum soppur vanliga hevur í føroyskum («it refers to some thing smaller than a handful, wisp is probably the nearest equivalent in English»). Sjálvljóðið «i» er ilt at greiða, vit skuldu vænt* að «o», men kanska ber til at nevna, at norrøna orðið sorn (før. sornur, sodnur, ísl. sofn) æt við hvørt á hjalt* lendskum sinrii; um orknoysku staðanøvnini Sinyan (s) innihalda sama orðið (sí Hugh Marwick, The Place*Names of Rousay, 1947, bls. 86), hevur sjálvljóðið í orknoyskum eisini verið «i» í hesum (úr geliskum komna) norrøna orði. Eg taki uppaftur her tað, sum Mr. David Murison, ið stjórnar «The Scottish National Dictionary», sigur í einum brævi um sjálvljóðið í orðinum sip (p): «1 cannot explain the i vowel, as in both cases o would have been the regular development. If the words do indeed derive from sop and sorn, they must have been confused with some other words which have i, but it is not easy to see what words these would have been». Samansetingin marsopp, sum vit brátt taka til viðgerðar, hevur í hvussu er í oynni Fetlar «o». — Hóast sjálvljóðið í sip (p) er tortýtt, fær neyvan verið ivi um, at hetta er sama orðið sum føroyskt soppur, og um so er, hava føroyskt og hjaltlendskt eina

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.