Fróðskaparrit - 01.01.1955, Qupperneq 11
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
17
Nú leggja vit fyrst leiðina suður til Hjaltlands, har Dr.
Jakobsen hevur skrivað upp orð, sum illa fær verið annað
enn orðið soppur, og er tað nýtt í somu merking. í Vestur*
hjaltlandi fann hann tað, og er tað í orðabókini skrivað
sipp, ljóðskrivað [sap (sip)] og týtt: «lille visk, spec. lille
hø* eller halmvisk; a sipp to de calf, lille visk (halmvisk),
som gives en kalv.»
Viðvíkjandi skyldskapi við onnur orð, nevnir hann bert
føroyska orðið soppur (visk, høvisk) og leggur hann aftur*
at, at tá ið sipp merkir «nip, slurk», er tað enska orðið
sip. — Orðið er til enn fyri vestan, «in Walls and the
West Side,» sigur Mr. T. A. Robertson, sum ættaður er
úr Walls (beinari: Waas, t. e. úr Vágum). Nú er tað bert
framborið [sip], og er tað helst ikki nýtt um annað enn
hoyggj. Merkingin verður so beint tann sama, sum soppur
vanliga hevur í føroyskum («it refers to some thing smaller
than a handful, wisp is probably the nearest equivalent in
English»). Sjálvljóðið «i» er ilt at greiða, vit skuldu vænt*
að «o», men kanska ber til at nevna, at norrøna orðið
sorn (før. sornur, sodnur, ísl. sofn) æt við hvørt á hjalt*
lendskum sinrii; um orknoysku staðanøvnini Sinyan (s)
innihalda sama orðið (sí Hugh Marwick, The Place*Names
of Rousay, 1947, bls. 86), hevur sjálvljóðið í orknoyskum
eisini verið «i» í hesum (úr geliskum komna) norrøna orði.
Eg taki uppaftur her tað, sum Mr. David Murison, ið
stjórnar «The Scottish National Dictionary», sigur í einum
brævi um sjálvljóðið í orðinum sip (p): «1 cannot explain
the i vowel, as in both cases o would have been the
regular development. If the words do indeed derive from
sop and sorn, they must have been confused with some
other words which have i, but it is not easy to see what
words these would have been». Samansetingin marsopp,
sum vit brátt taka til viðgerðar, hevur í hvussu er í oynni
Fetlar «o». — Hóast sjálvljóðið í sip (p) er tortýtt, fær
neyvan verið ivi um, at hetta er sama orðið sum føroyskt
soppur, og um so er, hava føroyskt og hjaltlendskt eina