Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 22

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 22
28 Soppur í føroyskum og sopp í írskum Eg havi hug at spyrja: man ikki formurin svamp í donsk= um og svenskum vera læntur eisini í merkingini «fungus»? Um so er, hava vit bert tveir upprunaligar formar í norðan= málum, nevniliga (no.*) ísl. svóppr (sprottið av sama ger* manska fyrndarformi sum hitt niðurtýska orðið, t. e. *swampu-) og no.dsl.(ífør.drjaltl.)*da.=sv. soppr (germ. *s(w)umpu=). Sí annars t. d. orðabøkur Hellquists og Torps. V. Um geliska orðið sop(p) sum í merking er so mein* líkt føroyskum soppur og vesturhjaltlendskum sopp, hava menn verið ójavnir á máli. Zimmer (Zeitschr. f. Deutsch. Alterthum XXII, 1888, bls. 275) sigur orðið at vera norr. svóppr; Whitley Stokes (Bezzenberger Beitráge XVIII, 1892, bls. 123) heldur tað eisini vera norrønt, vera komið av norr. sópr m. «kveistur, amboð at sopá við»; Craigie (Arkiv f. nord. fil. X, bls. 158) heldur tað sama: «sopp (ir.sk.) Visk, lille Bundt — sópr.» Allir hesir menn hava sæð, at orðið fekk illa verið upprunaligt írskt orð, av tí at «p» var í tí, og hava tí hugsað sær lán úr norrønum. Marstrander (Bidrag til det norske sprogs historie i Irland, 1915, bls. 126) heldur hetta vera vitleyst, eg hugsi m. a. tí at tað er so gamalt í írskum. Mac Bain (An Etym. Dict. of the Gaelic Lang., 1911) sigur so: «sop, a wisp, Ir. sopp, W. sob, sopen; fr. Engl. sop, Norse soppa.» Um walisiska orðið, ella orðini, havi eg fingið hesa útsøgn frá R. J. Thomas (við Dictionary of the Welsh Language): «The Welsh swp, dim. sypyn, and sopen seem to me to be borr* owings from Engl. (dial.) sop «a clump of flowers, plants, etc; a tump of damp hay among the dryer.» I hardly think it likely to be a Celtic word». Um orðið sop(p) í (forn= og) miðalírskum havi eg fingið upplýsingar frá Mrs. Áine O’Sullivan (of the Royal Irish Academy, Irish Dictionary staff), sum óneyðugt er at leggja fram her. Eg skal nevna, at elsta dømi er úr Cormac’s Glossarium, og at merkingin «a wisp, tuft» er

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.