Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 22
28
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
Eg havi hug at spyrja: man ikki formurin svamp í donsk=
um og svenskum vera læntur eisini í merkingini «fungus»?
Um so er, hava vit bert tveir upprunaligar formar í norðan=
málum, nevniliga (no.*) ísl. svóppr (sprottið av sama ger*
manska fyrndarformi sum hitt niðurtýska orðið, t. e.
*swampu-) og no.dsl.(ífør.drjaltl.)*da.=sv. soppr (germ.
*s(w)umpu=). Sí annars t. d. orðabøkur Hellquists og Torps.
V.
Um geliska orðið sop(p) sum í merking er so mein*
líkt føroyskum soppur og vesturhjaltlendskum sopp, hava
menn verið ójavnir á máli. Zimmer (Zeitschr. f. Deutsch.
Alterthum XXII, 1888, bls. 275) sigur orðið at vera norr.
svóppr; Whitley Stokes (Bezzenberger Beitráge XVIII, 1892,
bls. 123) heldur tað eisini vera norrønt, vera komið av
norr. sópr m. «kveistur, amboð at sopá við»; Craigie (Arkiv
f. nord. fil. X, bls. 158) heldur tað sama: «sopp (ir.sk.)
Visk, lille Bundt — sópr.» Allir hesir menn hava sæð, at
orðið fekk illa verið upprunaligt írskt orð, av tí at «p» var
í tí, og hava tí hugsað sær lán úr norrønum. Marstrander
(Bidrag til det norske sprogs historie i Irland, 1915, bls.
126) heldur hetta vera vitleyst, eg hugsi m. a. tí at tað er
so gamalt í írskum. Mac Bain (An Etym. Dict. of the
Gaelic Lang., 1911) sigur so: «sop, a wisp, Ir. sopp, W.
sob, sopen; fr. Engl. sop, Norse soppa.» Um walisiska
orðið, ella orðini, havi eg fingið hesa útsøgn frá R. J.
Thomas (við Dictionary of the Welsh Language): «The
Welsh swp, dim. sypyn, and sopen seem to me to be borr*
owings from Engl. (dial.) sop «a clump of flowers, plants,
etc; a tump of damp hay among the dryer.» I hardly think
it likely to be a Celtic word».
Um orðið sop(p) í (forn= og) miðalírskum havi eg
fingið upplýsingar frá Mrs. Áine O’Sullivan (of the Royal
Irish Academy, Irish Dictionary staff), sum óneyðugt er
at leggja fram her. Eg skal nevna, at elsta dømi er úr
Cormac’s Glossarium, og at merkingin «a wisp, tuft» er