Fróðskaparrit - 01.01.1957, Side 9
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum
15
kunnu verða bakaðir 3 drýlar. Berg skrivar: «Da nu 'A
skæppe bygmel kan antages at veje c. 2ljz pund, vil '/2
brød kun veje c. ‘/2 pund». t. e. 250 gram. Hann er bak*
aður av o. u. 219 g av mjøli. Tí eftir frágreiðing Bergs
kunnu verða bakað 8 pund av drýli úr 7 pundum av
mjøli. Aftur at drýlinum mundu tey ivaleyst fáa eitt sind*
ur, men ógviliga lítið, av aðrari kolvætu í greyti og tunn*
ari mjølsúpan, sum varð sopin ella drukkin 1—2 ferðir
um dagin. Har afturat í hoyna og um høgtíðir tumrna*
tjúkkar rugkøkur, og um heystið kókaðar røtur (turnips).
Landt hevur eitt lítið petti um epli, og vit síggja av tí, at
eplavelting var ikki vanlig í hansara tíð. Tøl eru eingi,
men vit fara neyvan skeivt, tá ið vit siga, at epli tá høvdu
lítið at týða í føroyska húsarhaldinum. Hetta hóskar væl
við tað ið Svabo skrivar í 1781—82, 10 ár áðrenn Landt
varð prestur í Føroyum.
Eftir Bergs bók fekk hvørt fólk — vaksin eins og smá*
børn — í árunum 1858—60 161 pund av drýli yvirhøvur
um árið; og tað samsvarar við 220 g um dagin, ella 192 g
av mjøli. Fólkatalið var hin 1. okt. 1860 892213. Tøl
Bergs (220, 192) eru so at siga heldur smærri enn Landts
(250, 219); men munurin er lítil, og ikki er at gloyma. at
útrokning Landts er bert fyri vaksin. Tøl Bergs vísa aftur*
ímóti drýla* og mjølnøgdina hjá øllum íbúgvunum o. u.
70 ár seinni. Tað er orsøk til at halda, at drýlanøgdin
yvirhøvur veruliga var størri í seinna tíðarbilinum enn í tí
fyrra. Berg sigur okkum m. a. alla kornnøgdina, sum
nýtt verður í Føroyum hvørt ár yvirhøvur í tíðini 1858—
1860. Nærum fjórðungurin varð veltur her. Hann tykist
ikki hava tikið sáðkornið frá; tí verður ein lítil villa, sum
ger tað, at drýla* og mjølnøgdin (220, 192) verður í hægra
lagi. — Men henda villa javnast aftur við tað, at Berg hev=>
ur sett vektina á føroyskum drýli heldur høgt til «ca. '/2
pund», sum her er roknað til 250 g.
Aftur at Bergs tølum mugu vit taka eitt kolvætumikið
føðievni, sum var nærum ókent á Landts døgum: eplini.